Bygdaráðsfundur kl.18
28. apríl 2010

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Thordis Skaalum
  • Nancy Selfoss
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jóhan á Ørg
  • Herálvur Jacobsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skr.

Til viðgerðar:

  1. Umsókn um byggiloyvi til stoypan av garði á matr.nr.187d, Elisa Hansen
  2. Umsókn um loyvi til umv./nýbygging av garði á matr.nr.115b, Elisabeth/Jógvan Joensen
  3. Keyp av matr.nr.378c frá Óla Reynskor
  4. Keyp av rørum til vatnveiting (Húsadalsvegin)
  5. Avtala millum PSM-Maskingrevstur v/Pól  S.Mikkelsen og Sørvágs kommunu
  6. Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr.nr.272t – Árant & Hildigarð Petersen
  7. Umsókn um byggiloyvi til uppíbygging á matr.nr.239a – Maria & Kent Christiansen
  8. Umsókn um loyvið at stika á matr.nr.272a, Jákup Falkvard
  9. Útvegan av lendi til útbygging – Vága Floghavn
  10. Kanning viðv. staðseting av ítróttarhøll
  11. Tilboð uppá tak til  svimjihøllina.
  12. Fíggjarætlan fyri 2011, Sørvágs bókasavn
  13. Ums. um stuðul fyri 2010, 07 vestur
  14. Ums. um stuðul fyri 2010, SÍ
  15. Ums. um stuðul, Sørvágs bygdarsavn
  16. Viðv. bókaútgávu, Lasse Sørensen
  17. Ums. um stuðul, Barnabati
  18. Leigusáttmáli, Senta
  19. Eykajáttan til tak svimjihylin
  20. Ums. um stuðul, Vestanstevnunevndin
  21. Umsókn um stuðul, 6 fl.
  22. Ymiskt

1.Umsókn um byggiloyvi til stoypan av garði á matr.nr.187d, Elisa Hansen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til stoypan av garði á matr.nr.187d,
sambært umsókn og tekning  dagf. 17.apríl 2010
Grannaloyvið fyriliggur.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd


2. Ums. um loyvi til umv./nýbygging av garði á matr.115b – Elisabeth og Jógvan Joensen

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til umvæling/nýbygging av garði á  matr.115b samb. umsókn dagfest 23. mars 2010 – hetta tó treytað av at garðurin hevur somu staðseting.
Um staðsetingin verður broytt, skal tekning fyriliggja hesum viðvíkjandi.
Av tí at kommunan ikki hevur nakra ítøkiliga ætlan um gøtuna á matr.ay, verður mælt frá, at garðurin verður nýttur til ífyllu.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd


3. Keyp av matr.nr.378c frá Óla Reynskor.

Vísandi til skriv frá Suna Jacobsen, borgarstjóra, dagf. 14. apríl 2010, um keyp av omanfyri nevndu ogn, mælir Tekniska nevnd til at keypa ognina frá Óla Reynskor fyri kr. 84.394,-.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini


4. Keyp av rørum til vatnveiting (Húsadalsvegin)

Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboði frá Svend Krosstein, dagf.13. apríl 2010
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini


5. Avtala millum PSM-Maskingrevstur v/Pól S.Mikkelsen og Sørvágs kommunu

Tekniska nevnd viðmælir avtaluna millum Pól S. Mikkelsen og Sørvágs kommunu dagfest 08.04.10
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini


6. Umsókn um byggiloyvi til seth. á matr.nr.272t – Árant & Hildigarð Petersen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi, sambært umsókn og tekningum móttiknar 15. apríl 2010   
Samb.tinglýstum servitutti kann hædd á takás verða 49,56 yvir miðalvatn, umsóknin lýkur hesi krøv.
Annars samb. vanligum treytum  fyri sethúsabygging í Sørvágs kommunu.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd


7. Umsókn um  byggiloyvi til uppíbygging og byggiloyvi til bilskýli á matr.239a, Maria og Kent Christiansen.

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til uppíbygging av sethúsum og bilhús á matr..nr.239a samb.umsókn og tekningum dagf.10.apríl 2010
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd


8. Umsókn um brúksrætt til matr.nr.272a – Jákup Falkvard

Tekniska nevnd mælir frá at játta umsóknina um brúksrætt uppá part av matr.nr.272a sambært umsókn móttikin 9. apríl 2010
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd


9. Útvegan av lendi til útbygging – Vága Floghavn.

Vísandi til skriv frá Advokatskrivstovuni, dagfest 30. mars 2010, viðmælir Tekniska nevnd niðanfyri nevndu frábýtir av matr.nr. í Sørvági, ið verða samanløgd við matr.nr.427a Vága  Floghavn.
 
Annfinn Hentze á Leingjuni 4, Sørvágur, letur uml.2.000 m2 burturav matr.nr.347a ið verða lagdir saman við matr.nr. 427a Vága Floghavn.
     
Petur J.Jørgensen, Ludvík H.Jørgensen, Varðagøta 31, og Sigurd H.Jørgensen, í Fornanum 12, Sørvágur, lata uml. 4.436 m2 burturav ognini matr.nr.188a, ið verða lagdir saman við matr.nr.427a Vága Floghavn
 
Petur J.Jørgensen, Ludvík H.Jørgensen, Varðagøta 31 og Sigurd H.Jørgensen, í Fornanum 12 Sørvági, lata uml.2.872 m2 burturav matr.nr.139b ið verða lagdir saman við matr.nr.427a Vága Floghavn.
 
Elmar Guttesen, Spógvavegur 48, Tórshavn, Hans J.Guttesen, Skúlavegur 3, Sára Heinesen undir Ryski 10, Anton Guttesen, Ólavur Guttesen, Heini Guttesen og Sjúrður Guttesen á Stongum 12, Sørvágur, lata uml. 17.000 m2 burturav matr.nr.240a ið verða lagdir saman við matr.nr. 427a Vága Floghavn.
 
Sjúrður Guttessen, á Stongum 12, Sørvági, letur uml. 2.270 m2 burturav matr.nr.169a ið verða lagdir saman við matr.nr. 427a Vága Floghavn.
 
Eivin H.Jacobsen, Gerðisbrekka 3, Sørvágur, letur uml. 3.830 m2  burturav matr.nr.129 a ið verða lagdir saman við matr.nr. 427a Vága Floghavn.
 
Niclas Rasmussen, Skrivaragøta 6, Tórshavn, letur uml. 13.438 m2  burturav matr.nr.319 ið verða lagdir saman  við matr.nr. 427a Vága Floghavn.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd


10. Kanning viðv. staðseting av ítróttarhøll.

Tekniska nevnd mælir til at ein kanning verður sett í verk, har staðfest verður hvar ein møgulig ítróttarhøll kann verða bygd.
Tekniska nevnd hevur 3 økir at vísa á: við fótbóltsvøllin, við vegin úti á Stongum og uppi á Mýrum.
Bygdaráðið samtykti at beina málið aftur í Teknisku nevnd.   


Viðv. 11. Tilboð uppá at skifta takið á svimjihøllina.

Tilmæli hjá Fuglark er, at Trøðhamar fær arbeiðið at skifta takið á svimjihøllini fyri kr. 1.164.334,-
Tekniska nevnd mælir til at fylgja tilmælinum frá Fuglark.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Teknisku nevnd.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini


Viðv. 12. Fíggjarætlan fyri 2011, Sørvágs Bókasavn

Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna fíggjarætlanina hjá Sørvágs bókasavn fyri 2011.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini


Viðv. 13. Ums. um stuðul fyri 2010, 07 Vestur.

Meirlutin í Trivnaðarnevndini mælir til at játta stuðul uppá kr. 200.000 til 07 Vestur.
Nancy Selfoss mælir til at játta stuðul uppá kr. 150.000,-
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá  meirlutanum í Trivnaðarnevndini.
Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum hjá Fíggjarnevndini


Viðv. 14. Ums. um stuðul fyri 2010, SÍ

Meirlutin í Trivnaðarnevndini mælir til at játta stuðul uppá kr. 150.000 til SÍ
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá meirlutanum í Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.14.380 Stuðul til ítróttar-og mentanarendamál
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Fíggjarnevndini


Viðv. 15. Ums. um stuðul fyri 2010, Sørvágs bygdasavn.

Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 36.000 í stuðul, roknskapurin fyri 2009 fyriliggur.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Trivnaðar- og Figgjarnevndini
Herálvur luttók ikki í viðgerðini av málinum


Viðv. 16. Bókaútgáva, Lasse Sørensen.

Mettur kostnaður er kr. 22.895. Trivnaðarnevndin mælir til, at peningur verður settur av á fíggjarætlanina fyri 2011.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini


Viðv. 17. Ums. um stuðul, Barnabati

Umsókn frá Barnabata, um stuðul til tiltakið Tú og Eg.
Meirlutin í Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 500,- um mánaðan í eitt ár.
Meirlutin í Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá meirlutanum í Trivnaðarnevndini
Bygdaráðið samtykti at játta stuðul.


Viðv. 18. Leigusáttmáli, Senta

Í samband við at kommunan skal hava nýggja lønarskipan, sum kostar uml. kr.  100.000 og eingin peningur er avsettur á fíggjarætlina til tað. Fíggjarnevndin mælir til at leiga skipanina frá Senta frá 01.06.10 til 31.12.10 fyri kr. 3.600 pr. mðr, ella samanl. 21.600. Írestandi peningurin uml. kr. 78.400 verður so settur av á fíggjarætlanina fyri 2011.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini


Viðv. 19. Eykajáttan til svimjihøllina (løgujáttan 5.24.61.381)

Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan til áðurnevnda rakstrarstað upp á kr. 500.000.
Eykajáttanin verður fíggjað við tøkum peningi.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini


Viðv. 20.Ums. um stuðul, Vestanstevnunevndin

Umsókn frá Vestanstevnunevndi um stuðul til:
1.     fýrverk á kr. 25.000,-
2.     uml. kr. 75.000,- til ymisk tiltøk,
3.     leigan av fimleikarahøllini til dansitiltøk
4.     leigan av musikkskúlanum til tónleikaraframførðslu og listaframsýning
5.     leigan av skúlanum í Gásadali til listaframsýning, umsókninar eru dagfestar 26.04.2010.
1. Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 25.000 til fýrverk
2. Trivnaðarnevndin metir at hatta eru tiltøk, sum skulu hvíla í sær sjálvum, og mælir ikki til at stuðla.
3. Trivnaðarnevndin mælir til at tey kunnu læna fimleikarahøllina, um hon verður brúkt til cafe-kvøld, og ikki til dans.
4. Trivnaðarnevndin mælir til at tey kunnu læna musikkskúlan, um hann verður liðugur.
5. Trivnaðarnevndin mælir til at tey kunnu læna skúlan í Gásadali.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnarnevndini.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini


21. Umsókn  um stuðul til námsferð frá 6. fl. í Sørvágs skúla

Bygdaráðið samtykti at játta kr. 1.000,00 pr. næming, treytað av at arbeitt verður tveir dagar í part pr. næming


22. Bygdaráðið samtykti at uppsiga sáttmálan við Elektron í samband við hýsing, og gera tænastuavtalu við p/f FT Samskifti um hýsing.
 
 
23. Bygdaráðið samtykti at Tekniska nevnd kann avgreiða byggiloyvi til sethús hjá Allan Lauritsen, um umsóknin yvirheldur allar reglur í byggisamtyktini hjá Sørvágs kommunu.
 
 
Fundurin lokin kl. 1945
_________________________
Sune Jacobsen                             
_________________________                ________________________
Nansy Selfoss                                           Jákup Suni Lauritsen
_________________________                _________________________
Jóhan á Ørg                                               Herálvur Jacobsen
_________________________
Thordis Skaalum

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024