Eitt av starvsfólkunum hjá Sørvágs kommunu varð í gjár heiðrað fyri drúgva tænastu.
Talan er um Bjørg Beder, sum 1. apríl hevur starvast sum bókhaldari hjá kommununi í 25 ár
Hugnaløta var fyri henni á kommunuskrivstovuni.
Borgarstjórin takkaði Bjørg fyri drúgva arbeiðið og ynskti henni nógv góð ár aftrat í starvinum.