Gøtuljósini í Mykinesi

19. november 2022

Partar av bústaðarøkinum í Mykinesi hava ikki havt gøtuljós, men í gjár kom broyting í, tá teir nýggju ljóspelarnir á Sodnhúsvegi vóru tendraðir. Arbeitt verður við at betra um ljósføringina aðrastaðni í bygdini. 11 ljóspelar eru í hesum umfarinum settir upp í Mykinesi.

Grótlaðarnir frá Basalt eru lidnir á hesum sinni. Teir hava laða garðar uppaftur í Bø, og hava lagt umleið 450 metrar afturum. Ætlanin er at halda áfram at bøta um bøgarðarnar komandi ár.

Onnur tíðindi

Flaggdagshald

21. apríl 2024

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 24. apríl

19. apríl 2024

Konfirmantar í Miðvágs kirkju 28. apríl

18. apríl 2024