KUNNGERÐ um løgtingsvalið 08. desember 2022

29. november 2022

Atkvøðugreiðslan fer fram á bókasavninum í Sørvágs skúla.

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður

Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mikudagin 07 desember 2022 kl. 16:00

Heimaval

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi mikudagin 07. desember 2022, við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 363200 í seinasta lagi hendan dagin kl. 12:00.

Valkort

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða send út við postinum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt.

Valnevndin í Sørvági

Onnur tíðindi

Brek á vatnleiðing­ini!

09. apríl 2024

Fyrilestur í marghøllini

03. apríl 2024

Kunngerð um byggisamtykt

28. mars 2024