Børn og ung

Barnagarður

Dagstovnurin Alvalon er ein integreraður stovnur við børnum frá 0 – 7 ár.

Alvalon lat upp 28. august 2006 og tað vóru uml. 115 børn og 28 starvsfólk, ið byrjaðu tá. Barna- og starvsfólkatalið broytist frá ár til ár. Summarið 2022 eru 94 børn og 31 starvsfólk.

Vitja heimasíðuna hjá dagstovninum á www.alvalon.fo

Saman um barnið

Tað skal vera betri at vera barn er høvuðsendamálið í slóðbrótandi verkætlanini "Saman um barnið".

Sí nærri um verkætlanina her:

Skúli

Tann parturin, sum ungfólk í dag kalla Nýggi skúli, varð vígdur 11. novembur 1989, júst 32 ár aftaná vígsluna av eldra nýggja skúlanum. Hesin skúlin er 1700 fermetrar. Í niðaru hæddini eru træ- og jarnsmíðstova, skúlakøkur og stór bókagoymsla. Í ovaru hæddini eru alis- og evnafrøðistova, serstova, tvær skúlastovur og uppihaldsstova, sum kann leggjast saman við aðrari skúlastovuni til smærri framførslur o.a. Eisini er nýggj fimleikarhøll, sum hevur eina gólvvídd uppá 18 x 22 metrar ella 396 fermetrar.

Vitja heimasíðuna hjá Sørvágs skúla: www.sorvagsskuli.fo.

Frítíðarskúlin

Frítíðarskúlin er eitt tilboð til børn frá 1. flokki, til og við 3. flokk, og heldur til í Sýsluni 

Sýslan ungdómshúsið

Móttøka

Starvsfólkini í frítíðarskúlanum Sýslan heinta børnini í 1. llokki tá tey eru liðug í skúla og fylgja teimum niðan í Sýsluna. Hetta gera vit fram til heystferiuna.

Tá tosa vit við og leiðbeina tey í, hvussu tey skulu bera seg at í ferðsluni.

Námsfrøðiliga arbeiði

Í Sýsluni leggja vit dent á frælsi og frítíðina hjá barninum. Hetta gera vit við at fylgja áhuganum hjá barninum. Vit leggja okkum eftir at børnini hava ávirkan á egna frítið og spæl.

Børnini skulu hava møguleika at luttaka í virksemi,sum hevur týdning fyri tey. Soleiðis at tey fáa møguleika at uppliva egnan førleika. Børnini sleppa at fylgja sínum áhuga og forvitni. Tað at børnini sleppa at royna seg sjálvi og finna loysnir, styrkir teirra sosialu førleikar.

Vit vilja skapa eitt umhvørvið har barnið følir seg sæddan, hoyrdan og virdan. Hetta gera vit við at vera opin, nærverandi og stuðlandi vaksin.

Vit leggja okkum eftir at børnini í stóran mun sleppa at brúka sítt hugflog og royna tey í verkið, saman við stuðlandi vaksnum sum kunnu geva teimum eina hjálpandi hond.

Spæl og skapanarevnið

Sýslan liggur soleiðis fyri, at vit hava ríkar møguleikar at brúka teir hentleikar sum Sørvágur hevur at bjóða.

Vit brúka náttúruna nógv, hon er ein góð inspiratiónskelda. Tá vit fara útum garðin, er allur Sørvágur okkara spælipláss. Her finna vit íblástur til spæl og kreativitet, sum vit taka heim við okkum.

Harafturat hava vit eisini góðar umstøður innandura. Vit hava verkstøð, har børnini sleppa at royna seg, við øllum tí vit hava at bjóða.

Alt hetta ger at børnini mennast á ymiskan hátt, bæði við skipaðum og óskipaðum tiltøkum.

Foreldrasamstarv

Tað er av týdningi, at allir partar leggja seg eftir at fáa í lag eitt gott samstarv. Soleiðis at vit á bestan hátt kunna fáa tað einstakað barnið at trívast.

Í Sýsluni bjóða vit foreldrum at børnum í 1 flokki, til eina samstarvssamrøðu tá tey byrja.

Tit eru altíð vælkomin at biða um eitt prát, um tað okkurt tit hava spurningar um ella hava tørv á at tosa um.

Hava vit okkurt, sum vit vilja tosa við tykkum um, seta vit okkum í samband við tykkum.

Foreldrakaffi er fyrsta týsdag í hvørjum mánaða frá kl. 15:00 til 16:30, tá eru tit vælkomin inn at fáa tykkum kaffi og kaku. Ynskiligt er at foreldur raðfesta hetta.

Matur

Vit bjóða millummála hvønn dag kl 14.00 og børnini gera sjálvið av um tey takað av hesum tilboðnum.

Praktisk viðurskiftið

Uppmøting:

Sýslan brúkar Intra, sum samskiftismiðil.

Um barnið er sjúkt ella hevur frí, kunnu tit boða frá inni á Intra. Har er eisini møguligt at skriva dagsins viðmerking, um tað er okkurt vit skulu vita, t.d at omman heintar i dag ella at barnið skal ganga heim eitt eina ávísa klokkutíð.

Um barnið ikki møtur senda vit tykkum eini sms boð.

Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á tlf. 233247, vit svara telefonini aftaná kl. 10.

Heintan: Tá ið barnið verur heinta, skal tað við foreldrunum heim.

Avtalur um at fara heim við hvørjum øðrum, skulu altíð gerast av foreldrunum. Og boða Sýsluni frá, hvat avtalan er.

Børn í 1 flokki skulu vera avheinta av einum vaksnum fram til heystferðiuna.

Foreldur at børnum í 2 flokki kunnu gera avtalu um at ganga heim sjálvi.

Klæðir: Barnið skal hava nokk av skiftiklæðum. Vit ringja um barnið manglar klæðir.

Intra: Intra verur eisini brúkt til at kunna tykkum foreldur.

Onnur viðurskiftið

Upplatingartíðir: Sýslan er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 11:30 til 17:00

Stovnurin fylgir skúlaárinum og hevur opið tá skúlagongd er. Stongt er allar aðrar dagar.

Hesir dagar kunnu síggjast inni á heimasíðuni hjá skúlanum. Frítíð (sorvagsskuli.fo)

Ráðleggingardagur: Hvørt ár hevur Sýslan 2 ráðleggingardagar. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt nær ráðlegginagrdagarnir eru. Vit boða frá í seinasta lagi 14 dagar frammanundan.

Foreldraráð: 2 foreldur og 1 varalimur verða vald í foreldraráðið.

Gjald: Barnagjaldið verur ásett av Sørvágs kommunu, boðað verður frá, um gjaldið broytist.

Í løtuni er gjaldið 950 kr. um mðr. fulla tíð og 523 kr. um mðr. fyri hálva tíð.

Goldið verður fyri 10,5 mánaðar. Í juli og hálvan august er einki gjald.

Tá barnið er tilmelda, fær tad eitt nummar, sum tit fáa sendandi við mail. Hetta nummarið skal viðmerkjast, tá barnið verur skrásett í gjaldskipanina. Tit vera biðin um at skráseta barnið inni á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu, www.sorvag.fo.

Frípláss: Møguleiki er at søkja um frípláss til barnið. Frípláss verður rokna eftir inntøkugrundarlagnum árið frammanundan, ella um inntøkan broytist munandi í verðandi árið. Umsøknarbløð fáast á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu, www.sorvag.fo.

Uppsøgn: tað er ein mánaða uppsagnartíð frá fyrsta ella hálvan í mánaðinum. Uppsagnarskjalið er at fáa her í Sýsluni.

Vit gleða okkum at hitta tykkum ????

Leiðari í Sýsluni
Borgarhjørt Larsen

Tlf: 233248

Barnarverndartænastan

Hevur títt barn ella tín familja tørv á hjálp, ella kennir tú eitt barn ella eina familju, sum tørvar hjálp, skalt tú venda tær til barnaverndartænastuna í Vágum. 
 
BARNAVERNDARTÆNASTAN Í VÁGUM 
Hammershaimbsvegur 1 
360 Sandavágur 
Tlf. 34 44 30  
Avgreiðslutíð: Mánadag – fríggjadag frá kl. 10:00 - 15:00. 
Bráðfeingis boð uttan fyri hesar tíðir verða umstillað til vakttelefonina.  
Teldupostur: bvt@vaga.fo 
Leiðari: Jenny Petersen 
Dátuverndarkunning kann lesast við at klikkja á her 
 
Barnaverndartænastan í Vágum fevnir um bygdirnar Sandavág, Miðvág, Vatnsoyrar, Sørvág, Gásadal, Bø og Mykines, og virkar eftir Løgtingslógini um barnavernd. 

Endamálið við lógini er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. 


Lógin um barnavernd (logir.fo) 

Barnaverndartænastan skal leggja dent á at finna loysnir og fyriskipanir, sum eru best fyri barnið. Sí videobrotið niðanfyri. 

 

 

Soleiðis gongur tað fyri seg 

Tá barnaverndartænastan fær eina fráboðan um eitt barn, meta vit um, hvørt talan er um eitt mál, sum er fevnt av lógini um barnavernd. Er eitt barn fevnt av lógini, verða foreldur boðin til samrøðu við ein sosialráðgeva, sum síðan kann bera við sær, at ein fyriskipan verður sett í verk fyri barnið og familjuna. 


Fráboðan 

Lógin um barnavernd sigur greitt, at vit hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit kenna til mál, har eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi. 

Sambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, men skilt verður tó millum vanliga borgaran og fakfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Hesin seinni bólkurin hevur herda fráboðanarskyldu, sum merkir, at ein varhugi um illgrunasom viðurskifti er nóg mikið til, at boðast skal frá. 

Børn hava rætt til eitt gott lív. 

Bóklingur um fráboðanarskyldu til fakfólk kann takast niður her.   

Fæst tú við børn og ung í tínum starvi, og fært tú kunnleika um viðurskifti, ella hevur orsøk til at halda, at børn ella ung liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra sálarligu ella likamligu heilsu og menning, hevur tú skyldu til navngivin at boða Barnaverndartænastuni frá. Herda fráboðanarskyldan er millum annað galdandi fyri læknar, ljósmøður, heilsufrøðingar, lærarar og starvsfólk innan barnaansing. 

Herd fráboðanarskylda merkir, at tú hevur skyldu til navngivin at boða frá, um tú fært kunnleika til viðurskifti ella hevur orsøk til at halda, at eitt barn er fyri umsorganarsviki ella ágangi. 
 
Vegleiðing til vanliga borgaran um fráboðan er her.

Varnast tú, ella hevur tú orsøk til at halda, at eitt barn livir undir viðurskiftum, sum kunnu skaða sálarligu ella likamligu menningina hjá barninum, eigur tú at senda Barnaverndartænastuni eina fráboðan. 
Ert tú stúrin um eitt barn; eygleið so barnið og skriva niður upplivingar, har atburðurin er frávíkjandi. Sama er galdandi fyri atburðin hjá foreldrunum. 

Eingi formlig krøv eru til eina fráboðan, men royn at gera lýsingina ítøkiliga. Greið frá tí, tú hevur sæð og tí, sum barnið hevur sagt. Tú kanst eisini greiða frá serstøkum hendingum uttan at gera egnar tulkingar. 

Tú kanst lata eina fráboðan bæði skrivliga og munnliga, og tú kanst vera ónavngivin. 

Eru tekin um harðskap, kynsligan ágang ella onnur revsiverd viðurskifti, kanst tú annaðhvørt seta teg í samband við løgregluna á tlf. 114, ella venda tær til Barnaverndartænastuna, sum síðan tekur støðu til málið. 
Fyri nærri kunning verður víst til heimasíðuna hjá Barnaverndarstovuni www.bvs.fo. opnast í nýggjum fanablaði 

Ynskir tú at gerast umlættingar- ella fosturfamilja hjá barni undir 18 ár? 

Ynskja tú og tín familja at gerast umlættingarfamilja ella fosturfamilja hjá einum barni ella ungum fólki, kunnu tit lesa meiri um møguleikarnar á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya. 
Fosturforeldraskipanin (bvs.fo) 

Barnaverndarnevndin: 
Hanna Helena Simonsen, forkvinna 
Birita Petersen, næstforkvinna 
Gunnar Nattestad, nevndarlimur 

--- 
 

English 

For information in English about the child protection service in the Faroe Islands:  


 
If you notice that a child is living in conditions that may harm their mental or physical development, you have a duty to notify the Child Welfare Services. 
How can I contact the Child Welfare Services? 

How? 

If you are concerned about a child, observe the child and note experiences where its behaviour is deviant. The same applies to the behaviour of the parents. 

There are no formal requirements for a note of concern, but try to make the description clear. Explain what you have seen, what the child has said or special events without making your own interpretations. 

A note of concern can be delivered both in writing and orally, and you can notify anonymously. Contact the Child Welfare Services in your area if you have a notification. 

If there are signs of violence or other culpable conditions, you can either contact the police or the Child Welfare Services who will decide whether the matter should be reported to the police. 
 
 
Contact information:  
BARNAVERNDARTÆNASTAN Í VÁGUM 
Hammershaimbsvegur 1 
360 Sandavágur 
Tel. 34 44 30 (9 AM – 15 PM Monday - Friday) 
bvt@vaga.fo 
 
For more information:  
https://www.bvs.fo/english/child-protection-service-in-the-faroe-islands  

 

Kvøldskúli

Telefon: 23 32 22

Musikkskúli

Musikkskúlin í Vágum er partur av Musikkskúlaskipanini í Føroyum.

Í løtuni telur Musikkskúlin í Vágum gott og væl 130 næmingar.

Vitja heimasíðuna hjá Musikkskúlanum á www.vagamus.fo.

Svimjihøll

Øll skulu upp úr hylinum 15 min. áðrenn tað steingir.

Upplatingartíðir í svimjihylinum fram til 23. juli.

Svimjihylurin verður stongdur frá 24. juli til skúlin byrjar aftur.

  • Týsdag kl.12.00-15.00
  • Mikudag kl.17.00-20.00 (familjusvimjing kl.19.00-20.00)
  • Hósdag kl. 12.00-15.00
  • Leygardag kl.10.00-15.00

Heimasíða á Facebook: Svimjihylurin í Sørvági

Heilsufrøðingar

Tveir heilsufrøðingar hjá Gigni í starvi í Vágum.

Gitte V. Samuelsen starvast á smábarnaøkinum í Vágum og í Sørvágs skúla. Gitte er at hitta mánadag til hósdag kl. 08.00-16.00 og annars á tlf. 562361 og teldupost: gittes@gigni.fo

Sissel Eyðfinnsdóttir starvast á smábarnaøkinum í Vágum og í Skúlanum á Giljanesi. Sissel er at hitta:

Mánadag 8.30-16.00

Týsdag     8.30-15.00

Mikudag  8.30-14.00

Hósdag   8.30-13.00

Sissel kann eisini røkkast á tlf. 562363 ella teldupost: sissele@gigni.fo

Nærri upplýsingar um tænastur heilsufrøðingar og Gigni bjóða, eru at finna á Gigni.