Heilsa
Á Heilsudeplinum verður dentur lagdur á, at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran.
Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri, skal kunna fara fram á Heilsudeplinum.
Í Diabetesheildarætlanini fyri Føroyar, verður lýst hvussu diabetesviðgerðin hjá hesum sjúklingabólki kann skipast í framtíðini – og hvussu uppgávubýtið kann verða millum sjúkrahús og heilsudeplar.
Á Heilsudeplinum í Vágum starvast kommunulæknar, Heimatænastan, sjúkrarøktarfrøðingar, økispsykiatri, Gigni, kostráðgevi, sálarfrøðingur, fysioterapeutur og ljósmóður.
Skúlavegur 11
FO-380 Sørvágur
Telefon: 32 23 80
Teldupostur: mortan@hamrabyrgi.com
Heimasíða á Facebook: Tannlæknastovan í Sørvági
Leitisvegur 58
FO-370 Miðvágur
Verkstaðið Skáin er fyri borgarar sum hava sosialar, sálarligar og menningarligar avbjóðingar.
í Skáanum er eitt frírúm, har tú í gerandisdegnum hevur møguleika fyri at koma og bara vera. Eisini eru ymiskir aktivitetir so sum: at spæla spøl, borðtennis, mála, binda, hekla, seyma, klippa, saga, pussa, stoypa úr betong.
Í Skáanum er tað trygt og gott at koma hjá teimum, sum hava avbjóðingar at stríðast við. Kom og fá tær ein kaffimunn og eitt prát í hugnaligum umhvørvi.
Opið er hvønn dag, tó bert til kl.12:00 fríggjadag.
Eitt mikukvøld um mánaðin, er opið frá kl. 19:00-21:00 Lýst verður á facebook síðuni, nær kvøldini eru, og hvat er á skránni.
Telefon: 29 75 05
Heimasíða á Facebook: Skáin
Sambýlið í Sørvági
Í sambýlinum búgva 5 fólk, ið hava hvør sítt kamar við baðirúmi, umframt atgongd til felags køk/stovu og vaskirúm. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, gera reint, vaska klæðir og keypa inn.
Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og við tí einstaka í miðdepli at stuðla undir og menna virkis- og førleikastøðið hjá viðkomandi. Endamálið er, at tann einstaki kann fáa eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív soleiðis, at viðkomandi kann taka virknan lut í samfelagnum.
Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í ymiskum fyritøkum og virknistilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, ið fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi, og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.
Sambýlið í Sørvági
Ovarivegur 27
FO-380 Sørvágur
Telefon: 29 75 02 ella 29 74 02
Heimasíða: Sambýlið í Sørvági