Tøk grundstykkir á Middagsvarða
Stødd: 814 m2
Stødd: 786 m2
Stødd: 727 m2
Stødd: 668 m2
Stødd: 677 m2
stødd: 727 m2
Stødd: 727 m2
Sørvágs kommuna vil tryggja sær, at selt verður til tey, ið veruliga hava tørv á grundøki og hava ítøkiligar ætlanir um at byggja sethús á tað. Tí raðfestir kommunan soleiðis:
Áhugað rinda Sørvágs kommunu eitt gjald á kr. 30.000,- alt fyri eitt. Gjaldið verður endurrindað, um viðkomandi tekur seg av listanum, og annars drigið frá, tá ið grundstykkið skal gjaldast. Annars er tilsøgnin upp á grundstykkið treytað av:
1. at viðkomandi, áðrenn tilsøgn verður givin, letur kommununi váttan um fígging/tøkan pening frá peningastovni
2. at viðkomandi, innan 6 mánaðir eftir tilsøgn, letur kommununi ítøkiligar ætlanir/tekningar og umsókn um byggiloyvi
3. at bygt verður innan fyri tvey ár. Er byggin ikki byrjað á tillutaðum grundstykki tvey ár eftir, hevur kommunan rætt, men ikki skyldu til, at krevja grundstykkið aftur móti at rinda sama prís fyri grundstykkið, sum umsøkjarin rindaði fyri tað.
4. ætlar viðkomandi ikki at byggja 2 tey næstu árini, ber ikki til at seta fram ynski um ítøkiligt stykki
Tá ið treytirnar undir pkt. 1 og 2 eru loknar, verður skeytið útskrivað - treytað av, at keypspeningurin tá verður goldin.