Kommunustýrið

§1. Kommunustýrið í Sørvágs kommunu hevur 7 limir, ið verða valdir eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglunum í kommunalu vallógini.

Stk. 2. Samsvarandi reglunum í kommunustýrislógini velur kommunustýrið ein borgarstjóra, sum er settur í 1 brøk fyri alt valskeið bygdaráðsins. Eisini velur kommunustýrið varaborgarstjóra.

§2. Kommunustýrið samtykkir eina fundarskipan, ið m.a. ásetir nærri reglur um fyrireiking, fundarboð, hvussu fundir skulu haldast og mannagongdir í málsviðgerðum o.a.

Stk. 2. Kommunustýrið tekur avgerð um, nær og hvar vanligir kommunustýrisfundir skulu vera. Við byrjanini av hvørjum álmanakkaári verður hetta kunngjørt á tann hátt, ið vanliga verður nýttur í kommununi.

Borgarstjórin

§3. Nærri reglur um virksemi borgarstjórans í samband við kommunustýrisfundir verða ásettir í fundarskipanini.

§4. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini samb. Kapittul 4 í kommunustýrislóguni.

Stk. 2. Á hvørjum vanligum fundi boðar borgarstjórin frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðan seinasta fund.

Stk. 3. Borgarstjórin skal ansa eftir, at tey mál, ið krevja kommunustýrisviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin.

Stk. 4. Borgarstjórin skal síggja til, at málini verða avgreidd uttan óneyðuga seinking. Borgarstjórin kann krevja allar upplýsingar um mál og málsavgreiðslu, sum er hjá nevndum og starvsfólkum.

Stk. 5. Borgarstjórin ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum kommunustýrisins.
Um borgarstjórin verður varugur við, at tað ikki fyriliggur játtan fyri einari ætlan, verður málið at leggja fyri kommunustýrið.

§5. Hevur borgarstjórin forfall, yvirtekur varaborgarstjórin uppgávurnar í samband við fundarleiðsluna og aðrar uppgávur í tann mun, borgarstjórin áleggur honum.

Nevndir

§6. Til at taka sær av teirri beinleiðis fyrisitingini av viðurskiftum kommunurnar verða hesar nevndir skipaðar:

  • Fíggjarnevnd
  • Teknisk nevnd
  • Trivnaðarnevnd
  • Havnarnevnd
  • Vinnunevnd

Stk. 2. Til ummælis í málum sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum verður vald

Mykinesnevnd 

§7. Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í einari ella fleiri nevndum saman at tosa um felags áhugamál.

Stk. 2. Kommunustýrið tekur avgerð um, hvussu møgulig træta verður loyst millum nevndirnar.

§8. Nevndarformaðurin ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktum. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.

Stk. 2. Viðvíkjandi fíggjarætlan og eykajáttan gera føstu nevndirnar gjøgnum fíggjarnevndina tilmæli til kommunustýrið.

Stk. 3. Bygdaráðslimir kunnu seta nevndarformonnunum skrivligan fyrispurning viðvíkjandi málum, sum eru beind í nevnd. Fyrispurningurin skal vera nevndarformanninum í hendi 14 dagar fyri næsta fund.

Fíggjarnevndin

§9. Í fíggjarnevndini sita borgarstjórin, - ið er nevndarformaður -, og 2 aðrir kommunustýrislimir. Nevndin er samskipari á arbeiðinum hjá øllum nevndum undir kommunustýrinum. Kommunuskrivarin er skrivari í nevndini.

Stk. 2. Nevndin tekur sær av tí beinleiðis umsitingini av teimum viðurskiftum, sum eru løgd til hana samb. Kapitul 8 í kommunustýrislóguni.

Stk. 3. Nevndin ger uppskot og tilmæli til kommunustýrið um:

  • Kassa- og bókhaldsførsluskipanina hjá kommununi
  • Lántøku, veðsetan, rakstraravlop og tílíkum
  • Eykajáttanir

Stk. 4. Nevndin tekur sær av fíggjarligu planleggingini og samskipar kommunalu planleggingar-uppgávunar.
Nevndin ger felags forskriftir fyri planleggingina og hjálpir hinum nevndunum við at útvega neyðugt grundarlag fyri teirra planleggingararbeiði.

Nevndin ger metingar um fíggjarligar avleiðingar av teimum gjørdu planuppskotunum, og ger tilmæli til kommunustýrið.
Ein frágreiðing frá nevndini skal fylgja við einum og hvørjum máli, sum viðvíkur kommunalum planleggingaruppgávum, tá málið verður lagt fyri kommunustýrið til avgerðar.

Stk. 5. Nevndin tekur sær av tí beinleiðis umsitingini av:

  • Keypi, sølu og veðsetan av fastari ogn
  • Arbeiðsviðurskiftum, vinnuviðurskiftum og líknandi málum. 

§10. Fíggjarnevndin ger reglur fyri:

  • skipan av umsitingarliga eftirlitinum samb. §13 í Kommunustýrisskipanini
  • trygging av kommunalum ognum
  • hvussu borgarstjórin og umsitingin fer fram í starvsfólkamálum
  • samskipan av keypi 

§11. Fíggjarnevndin hevur eftirlit við:

  • at fíggjarognir verða umsitnar í samsvar við avgerðir hjá kommunustýrinum og annars forsvarliga
  • at umsitingin av kommunukassunum og roknskaparføringini hjá kommununi er forsvarlig
  • at ikki verður farið út um játtanirnar á fíggjarætlanini uttan at kommunustýrið hevur samtykt hetta
  • at skjalagoymslan hjá kommununi er forsvarlig
  • Lønar- og setanirviðurskiftinum hjá sjálvsognarstovnum, sum kommunan hevur avtalur við 

§12. Fíggjarnevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri kommunustýrið.
Stk. 2. Við hvørja upphædd í uppskotinum skal vera viðmerkt:

  • tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ári,
  • tann upphædd, ið er avsett fyri verandi fíggjarár og
  • tann upphædd, ið er inngoldin ella brúkt í farna fíggjarári.

Stk. 3. Um roknskapurin fyri undanfarna ár ikki er liðugur, kunnu fyribils tøl úr honum verða nýtt.

Stk. 4. Viðmerkingar skulu vera til hvørja konto sum siga, undir hvørjum treytum upphæddin kann brúkast, og hvør ið hevur ábyrgd av kontoini.

Stk. 5. Tær íløgu- og fíggjarætlanir, ið nevndin hevur gjørt, verða lagdar fram saman við uppskotinum til ársfíggjarætlanina.

§13. Listi yvir virðisbrøv og ognir hjá kommununi er goymdur í bankaboks hjá Sørvágs Kommunu.

Grannskoðari hjá kommununi er Nota

Tekniska nevnd

§14. Tekniska nevnd hevur 3 limir.
Stk. 2. Nevndin tekur sær av tí beinleiðis umsitingini av:

  • Tí tekniska
  • Tí umhvørvisliga
  • Tí, sum hevur við lendi at gera 

Virksemi nevndarinnar fevnir m.a. um:

  • Við útgangsstøði í byggisamtyktini
  • byggi – og bústaðarviðurskiftum
  • umhvørvisvernd
  • matvørulógini
  • kollektivari samferðslu
  • renovatión
  • vatnveiting
  • áum
  • vegum
  • brunamálum samb. brunalóguni
  • samstarva við privatar og sjálvsognarstovnar á økinum hjá nevndini. 

Stk. 3. Í samstarvi við fíggjarnevndina, samb. §38 stk. 4 í Kommunustýrislógini og §10 í Kommunustýrisskipanini, ger nevndin uppskot og tilmæli til kommunustýrið um:

  • íløguætlanir fyri økini, sum eru nevnd í stk. 2
  • gjøld fyri veitingarvirki. 

Stk. 4. Nevndin tekur sær av rakstri og viðlíkahaldi av

  • kommunalum virkjum og veitingavirkjum
  • frárensluverkum
  • frítíðarøkjum
  • kirkjugørðum
  • kommunalum bygningum og anleggum, sum ikki hoyra undir eina aðra nevnd. 

Umsjónarleiðarin hjá Sørvágs Kommunu er skrivari í nevndini.

Trivnaðarnevndin

§15. Trivnaðarnevndin hevur 3 limir.

Stk. 2. Nevndin tekur sær av beinleiðis umsitingini av teimum kommunalu uppgávunum á undirvísingar– og mentunarliga økinum og almanna– og heilsuøkinum viðvíkjandi:

  • fólkaskúlanum, frítíðar- og kvøldskúla
  • frítíðartiltøkum fyri børn og ung
  • barnaansing
  • bókasavnsviðurskiftum
  • savnsviðurskiftum
  • musikkskúlum og øðrum musikktiltøkum
  • sjónleika– og biografviðurskiftum
  • útláni og útleigan av hølum í kommunalum bygningum til feløg v.m.
  • uppgávum viðvíkjandi kommunalum ansingar– og eldrastovnum
  • sáttmálum kommunan hevur við sjálvsognarstovnar og kommunusamstørv á økinum hjá nevndini 

Stk. 3. Í samstarvi við fíggjarnevndina samb. §38 stk. 4 í Kommunustýrislógini og §10 í Kommunustýrisskipanini ger nevndin uppskot og tilmæli til kommunustýrið um:

  • reglur fyri útlán og útleigu av hølum í kommunalum ognum og fyri stuðul til feløg v.m.
  • rakstrar– og viðlíkahaldsætlanir fyri bygningar á økjum hjá nevndini
  • íløguætlanir á økinum hjá nevndini 

Umsjónarleiðarin hjá Sørvágs Kommunu er skrivari í nevndini.

Havnanevndin

§16. Havnarnevndin hevur 3 limir.

Stk. 2. Nevndin fyrisitur havnina og skipar fyri teimum arbeiðum, sum eru havnini viðkomandi og øllum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi. Sama er galdandi fyri kommunalar bygningar á havnarøkinum. Nevndin hevur ábyrgd av øllum sáttmálum á havnarøkinum

  • Leigusáttmálar viðvíkjandi bygningum
  • Leigusáttmálum í bátahylinum 

Stk. 3. Ger uppskot og tilmæli til fíggjarnevndina um íløgur og rakstur, sum skulu leggjast fyri kommunustýrið.

Umsjónarleiðarin hjá Sørvágs Kommunu er skrivari í nevndini.

Vinnunevndin

§17 Vinnunevndin hevur 3 limir

Stk. 2. Nevndin tekur sær av tí beinleiðis umsitingini av teimum kommunalu uppgávum á tí vinnuliga og meningarliga økinum, sum ikki hoyra undir aðra nevnd.

  • Byggisamtykt fyri Sørvágs kommunu 

Stk. 3. Í samstarvi við fíggjarnevndina ger nevndin uppskot og tilmæli til kommunustýrið um íløguætlanir, sum kunnu skapa karmar fyri at menna kommununa vinnuliga.

Umsjónarleiðarin hjá Sørvágs kommunu er skrivari í nevndini.

Mykinesnevndin

§ 18. Mykinesnevndin hevur 5 limir.

Skt. 2 Fyri at tryggja fólkið á staðnum ummælisrætt í málum, sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum - í samsvari við § 37 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri við seinni broytingum - verður vald ein staðbundin nevnd við 5 limum.

Stk. 3. Nevndin fær til ummælis mál, ið eru av áhuga og/ella viðvíkja Mykinesi og vegleiðir, umrøður og ger tilmæli til bygdaráðið, fíggjarnevndina ella hinar føstu nevndirnar.

Stk. 4. Tey, ið hava fast tilhald í Mykinesi velja tríggjar nevndarlimir, bygdarráðið velur ein nevndarlim og borgarstjórin er nevndarlimur og formaður.

Stk. 5. Tá kommunuval er, velja tey, ið hava fast tilhald í Mykinesi tríggjar limir í Mykinesnevndina á sama valstaði, men á egnum serstøkum atkvøðuseðli, sambært reglum í kommunustýrisskipanini - í samsvari við lógina um kommunustýri § 37, stk. 4. Nevndin verður vald fyri eitt fýra ára skeið.

Valrætt og valbæri hava tey, ið lúka § 1 um valrætt og vælbæri í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar kommunur við seinni broytingum. Harumframt er krav, at tey skulu hava havt fast tilhald í Mykinesi longri enn 3 mánaðir.

Kommunan ger lista yvir tey, ið hava valrætt. Vallistin skal liggja frammi sambært § 4, stk. 3 um valevnislistar í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar kommunur við seinni broytingum.

Mykinesnevndin hevur skyldu til at skipa fyri uppstillingarfundi til Mykines¬nevndina í Mykinesi í seinasta lagi tveir mánaðar fyri kommunuvalið.

Møguligar kærur um uppstilling til Mykinesarnevndina skulu sendast Sørvágs kommunu í seinasta lagi eina viku eftir, at uppstillingarlistin er gjørdur.

Umsjónarleiðarin hjá Sørvágs Kommunu er skrivari í nevndini.

Aðrar nevndir

§19. Bygdarráðið kann seta aðrar serstakar ráðgevandi nevndir og staðbundnar nevndir, ið skulu taka sær av ávísum málum ella gera fyrireikandi ella ráðgevandi arbeiði fyri kommunustýrið, fíggjarnevndina ella hinar føstu nevndirnar. Kommunustýrið kann eisini verða umboðað í øðrum nevndum, har aðrar reglur ella fyriskipanir krevja tað.

Samsýningar o.a.

§20. Borgarstjórin fær í starvi sínum samsýning sambært avtalu millum Fíggjamálastýrið og Tænastumannafelag landsins. Setunarbrøkurin er 1 samsvarandi § 6 í kommunustýrislógini.

Stk. 2. Tá borgarstjórin fer frá, fær hann samsýning eftir reglunum í § 14 í kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2001 um samsýning v.m.

Stk. 3. Eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 21 ár eftir borgarstjóranum í starvi fær/¬fáa samsýning eftir somu reglum sum eftirsitandi hjúnafelagi og børn eftir landsstýrismann, smb. § 15 , í kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2001 um samsýning v.m.

Stk. 4. Samsýning og eftirløn verða goldin við endan av mánaðinum fyri inniverandi mánað við 1/12 um mánaðin.

Stk. 5. Borgarstjórin fær ikki fundar- og aðrar samsýningar smb. § 9 í kommunustýrislógini.

Stk. 6. Varaborgarstjóri fær eina árliga samsýning uppá 1/12-part av samsýningini, ið verður givin borgarstjóranum, jfr. §10, stk. 2, í kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2001 um samsýning v.m.

Stk. 7. Árlig samsýning til lim í kommunustýrinum er 27 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 2, í kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2001 um samsýning v.m.

Stk. 8. Nevndarsamsýningin fyri limirnar í Fíggjarnevndini, Teknisku nevnd, Trivnaðar-nevndini og Havnarnevndina verður veitt sum føst árlig samsýning samb. §6 stk. nr. 2 í kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2001.

Árliga samsýningin til nevndarformennirnar verður ásett til 2 ferðir nevndarsamsýningina sambært §7 st. 2, í kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2001 um samsýning v.m.

Stk. 9. Nevndarsamsýningin fyri limirnar í Hegnsýnisnevndini, Mykinesnevndini umframt øðrum nevndum sambært § 19 í Kommunustýrisskipanini, verður veitt fyri einstøku fundirnar, samb. § 6 stk. 1, í kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2001 um samsýning v.m.

Samsýningin til nevndarformennirnar í hesum nevndum verður ásett til 2 ferðir fundar-samsýningina fyri hvønn fundin.

Stk. 10. Fundarsamsýning verður latin fyri luttøku á skeiðum, sum kommunustýrið hevur góðkent, umframt annað fundarvirksemi, sum verður gjørt eftir umbøn frá kommunustýrið ella nevnd v.m. smb. § 9 stk. 1 – 4 í kommunustýrislógini.

Samsýningin verður smb. § 2 stk. 2 , í kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2001 um samsýning v.m.

Stk. 11. Samsýning verður goldin til og við endan á tí mánaði, tá viðkomandi ikki er í starvinum longur, ella at viðkomandi ikki hevur røkt starvið samanhangandi í 3 mánaðar, smb. § 18 stk. 1, í kunngerð nr.160 frá 21.desember 2001. Er frávera grundað á sjúku, barnsburð, ella ættleiðing, hevur viðkomandi rætt til samsýning í upp til 6 mánaðir, smb. § 18 stk. 2 , í kunngerð nr.160 frá 21.desember 2001.

Stk. 12. Tiltakslimur fær samsýning sum býráðslimir ella nevndarlimir. Tiltakslimur fær tó ein-ans lutfalsliga samsýning fyri tað tíðarskeið, hann fyribils er limur. Tiltaks¬limur, sum einans møtir á einstøkum fundi, fær tá fundarsamsýning smb. § 2, stk. 2 , í kunngerð nr. 160 frá 21. desember 2001.

Onnur viðurskifti

§21. Kommunustýrislimur kann skrivliga heita á borgarstjóran um at fáa upplýsingar og tekniska hjálp í samband við fyrireiking til fundir. (§ 16 í kommunustýrislógini.)

Stk. 2. Borgarstjórin ansar eftir, at allir kommunustýrislimir fáa upplýsingar, sum eru útvegaðir samb. stk.1.

§22. Beinleiðis atgongd til skjalagoymsluna er avmarkað til borgarstjóran og skrivaran/journalføraran (kunngerð nr. 1 frá 25. juli 1995).

Stk. 2. Borgarstjórin setir nærri reglur um mannagongdir viðvíkjandi journalskipanini.

Broytingar

§23. Henda stýrisskipan kemur í gildið fyri Sørvágs kommunu tann 5. november 2002.

Stk. 2. Uppskot til broytingar skulu verða viðgjørd á tveimum kommunustýrisfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar ímillum hvønn fundin.

Samtykt á kommunustýrisfundi tann 12. september 2002 og tann 4. november 2002.

Broytingar samtyktar á fundi tann 25. januar 2012 og tann 23. februar.