Stuðulspolitikkur

Trivnaðarnevndin í Sørvágs Kommunu


Kapittul 1
Endamál

§1. Endamálið við stuðulspolitikkinum er at lýsa, hvønn stuðul kann latast til, hvussu stuðlað verður, og hvør tekur avgerðina um at stuðla. Sostatt er politikkurin ætlaður sum eitt amboð til at viðgera umsóknir í Trivnaðarnevndini.

Kapittul 2
Hvønn kann stuðul verða latin til
§2. Stuðul kann verða latin til niðanfyri standandi virksemi hjá borgarum ella felagsskapum skrásett í kommununi.

  1. Ítrótt
  2. Áhugafeløg og frítíðarvirksemi
  3. Sang og tónleik
  4. Sjónleik í breiðari merking
  5. Myndlist og skapandi list í breiðari merking
  6. Bóka-, blað- og tónleikaútgávur
  7. Náms- og uttanlandsferðir
  8. Søvn

§3. Kommunan kann stuðla alment gagnligum tiltøkum, kappingum, ítróttar-, summar- ella líknandi tiltøkum í kommununi. 

§4. So leingi játtan er tøk, kann stuðul verða latin.

Kapittul 3
Stuðul til ítróttar-, frítíðar- og áhugafeløg
§5. Sørvágs kommuna kann á hvørjum ári veita stuðul til ítróttar-, frítíðar- og áhugafeløg í kommununi.
§6. Stuðulin verður ásettur árliga í samband við fíggjarætlanina hjá Sørvágs kommunu.
§7. Er talan um serligan tørv, eitt nú stórt keyp av útgerð ella annað, kann stuðul umframt vanliga ársstuðulin verða latin. Slíkur stuðul verður latin mótvegis rokning.
§8. Um skipað verður fyri kappingum, ítróttar-, summar- ella líknandi stevnum í kommununi, kann eyka stuðul verða latin.

Kapittul 4
Mentanarlig endamál
§9. Listafólk og onnur búsitandi í Sørvágs kommunu kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, skeiðvirksemi og líknandi.
§10. Listafólk og onnur, sum ikki eru búsitandi í Sørvágs kommunu kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, skeiðvirksemi og líknandi, tá hetta verður hildið í Sørvágs kommunu.

Kapittul 5
Náms- og uttanlandsferðir
§11. Sørvágs skúli, ítróttarfeløg og frítíðarvirksemi kunnu søkja um stuðul til borgarar í Sørvágs kommunu í samband við uttanlandsferðir. 
§12. Sørvágs kommuna kann stuðla hvørjum borgara við eini samsýning fyri at gera fyrifallandi arbeiði fyri kommununa. Peningurin verður útgoldin, tá arbeiðið er gjørt.
§12, stk. 1. Umsitingin avgreiðir hendan stuðulin.

Kapittul 6
Stuðul til landsfeløg
§13. Kommunan stuðlar ikki feløgum uttanfyri kommununa. Tó kann stuðul latast til sjálvboðin feløg, sum tæna borgarum í Sørvágs Kommunu.

Kapittul 7
Mannagongdir
§14. Allar umsóknir skulu latast kommununi skrivliga.
§15. Umsóknir um peningaligan stuðul upp til 10.000 kr. kunnu avgreiðast av Trivnaðarnevndini um so er, at játtan á fyriliggur.
§16. Øll mál, ið eru um peningaligan stuðul upp til 10.000 kr., sum Trivnaðarnevndin er samd um ikki at veita stuðul til, skulu ikki fyri bygdaráðið.
§17. Um Trivnaðarnevndin ikki er samd um sítt tilmæli, skal málið fyri bygdaráðið.
§20. Ársroknskapur skal fyriliggja við umsókn um stuðul yvir 50.000 kr.
§21. Stuðul yvir 10.000 kr. verður goldin mótvegis rokning.
§22. Stuðul kann vera latin feløgum sambært kap. 3 við morgunmati, ábit ella líknandi upp til 5000 kr.
§22, stk. 1. Umsitingin avgreiðir hendan stuðulin.
§23. Forfólkið í Trivnaðarnevndini skal kunna um tey mál, sum eru avgreidd í nevndini á fyrst komandi bygdaráðsfundi.

Samtykt á bygdaráðsfundi hin. 29.10.2025

Fílur