Kommustýrisfundir

§1. Kommunustýrisfundir eru almennir. Kommunustýrið kann tó gera av, at ávís mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, sbr. §26 í Kommunustýrislógini.

Stk. 2. Fundardagar verða ásettir fyrst í árinum og lýstir.

Stk. 3. Kommunustýrisfundir verða útsettir, um tað vísir seg, at fundurin ikki er viðtøkuførur. Nýggjur fundur verður kunngjørdur.

§2. Uttan so, at kommunustýrið í tí einstaka førinum tekur aðra avgerð, skulu niðanfyri nevndu mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum:

  • Mál, har mett verður um persónlig viðurskifti
  • Mál um keyp ella sølu av fastari ogn
  • Mál um leigu og útleigan av føstum ognum
  • Kostnaðarætlan og tilboð viðvíkjandi byggiarbeiðum og tilfarsveitingum

Stk. 2. Spurningurin, um eitt mál skal viðgerast fyri stongdum hurðum, skal verða viðgjørdur á fundi fyri stongdum hurðum, um kommunustýrið ella borgarstjórin gera tað av.

Stk. 3. Mál, ið skulu viðgerast fyri afturlatnum hurðum, vera seinast á skránni.

§3. Um áhoyrari órógvar kommunustýrisfundin, kann borgarstjórin vísa honum, og um neyðugt øllum áhoyrarum, av fundi.

§4. Um limur ikki kann møta á fundi, boðar hann borgarstjóranum ella kommunuskrivstovuni frá hesum, áðrenn fundurin byrjar. Á hvørjum fundi verður skrivað í gerðabókina, hvørjir limir møttu, og hvørjir ikki vóru á fundi.