Eldri
Endamálið hjá Vesturvón er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Vesturvón heldur til á heiminum á Sýnini, og fevnir um heimahjálp, sjúkrarøkt, umlætting, rehabilitering, terapeutiskar venjingar, matartænastu og dagtilboð.
Vesturvón virkar fyri:
– at fyribyrgja sjúku,
– at stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivnað borgarans,
– at endurmenna mistan førleika,
– at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan,
– at veita røkt og umsorgan.
Avgerðir um tænastur og tilboð skulu vera grundaðar á fakliga tørvsmeting.
Avgerðirnar skulu tryggja, at borgarin við størsta tørvi á persónligari hjálp, røkt ella stuðli fær í boði eitt samskipað heildartilboð.
Vitja heimasíðuna hjá Vesturvón á www.vesturvon.fo.
Tænastan er opin hvønn týsdag frá kl.15.00-18.00 í Sørvágs skúla.
Undirhúsið er opið hvønn fríggjadag kl.10.00-12.00 í Marghøllini, í Sørvágs skúla.
Innihald væntar.