Børn og ung

Barnagarður

Dagstovnurin Alvalon er ein integreraður stovnur við børnum frá 0 ár til 7 ár, frítíðarskúlanum Sýslan við børnum frá fyrsta flokki til triðja flokk og Ungdómshúsinum við børnum og ungum frá fjórða flokki til 18 ár.

Alvalon lat upp 28. august 2006 og tað vóru uml. 115 børn og 28 starvsfólk, ið byrjaðu tá. Barna- og starvsfólkatalið broytist frá ár til ár. Summarið 2018 eru 223 børn/ung og 40 starvsfólk.

Vitja heimasíðuna hjá dagstovninum á www.alvalon.fo.

Skúli

Tann parturin, sum ungfólk í dag kalla Nýggi skúli, varð vígdur 11. novembur 1989, júst 32 ár aftaná vígsluna av eldra nýggja skúlanum. Hesin skúlin er 1700 fermetrar. Í niðaru hæddini eru træ- og jarnsmíðstova, skúlakøkur og stór bókagoymsla. Í ovaru hæddini eru alis- og evnafrøðistova, serstova, tvær skúlastovur og uppihaldsstova, sum kann leggjast saman við aðrari skúlastovuni til smærri framførslur o.a. Eisini er nýggj fimleikarhøll, sum hevur eina gólvvídd uppá 18 x 22 metrar ella 396 fermetrar.

Vitja heimasíðuna hjá Sørvágs skúla: www.sorvagsskuli.fo.

Frítíðarskúlin

Frítíðarskúlin er eitt tilboð til børn frá 1. flokki, til og við 3. flokk, og heldur til í Sýsluni 

Sýslan ungdómshúsið

Upplatingartíðir hjá Sýsluni

  • Mándag og mikudag kl.17.00-20.00 (4. - 5. flokkur)
  • Týsdag og hósdag kl.18.00-22.00 (6. - 7. flokkur)
  • Fríggjadag kl.19.00-01.00 (8. flokkur og upp til 18 ár)
Kvøldskúli

Telefon: 23 32 22

Musikkskúli

Musikkskúlin í Vágum er partur av Musikkskúlaskipanini í Føroyum.

Í løtuni telur Musikkskúlin í Vágum gott og væl 130 næmingar.

Vitja heimasíðuna hjá Musikkskúlanum á www.vagamus.fo.

Svimjihøll

Øll skulu upp úr hylinum 15 min. áðrenn tað steingir.

Upplatingartíðir í svimjihylinum fram til 23. juli.

Svimjihylurin verður stongdur frá 24. juli til skúlin byrjar aftur.

  • Týsdag kl.12.00-15.00
  • Mikudag kl.17.00-20.00 (familjusvimjing kl.19.00-20.00)
  • Hósdag kl. 12.00-15.00
  • Leygardag kl.10.00-15.00

Heimasíða á Facebook: Svimjihylurin í Sørvági