Samylyn er fallin til í Sørvági

21. oktober 2022

Í fyrstani dámdi Samylyn Villanueva als ikki at búgva í Føroyum. Henni longdist illa eftir vinunum og familjuni á Filippinunum. Men so lýðandi fall hon til og fekk vinir. Nú er hon vís í, at hon ongantíð fer at búgva aðrastaðni enn í Sørvági

Ingolf S. Olsen

Spurdi tú Samylyn Villanueva fyri níggju árum síðan, hvat hon helt um fjølmentan og tað at flætta filipinska og føroyska mentan saman, so hevði hon óiva vent tær í hurðini.

Tí tað var í hvussu er ikki alskur til veðurbardu oyggjarnar í Norðuratlantshavi, ið fekk hana at ferðast teir meira enn 10.000 kilometrarnar frá Filippinunum til Føroya tá. Tvørturímóti.

- Eg hevði googlað Føroyar, og mær dámdi ikki tað, eg sá og las, men tað var helst mest tí, at eg var so kedd um at skula fara frá vinunum og øllum tí kenda á Filippinunum. Men mamma búði í Føroyum, og tað var avgjørt, at eg skuldi flyta hiðar at búgva hjá henni eins og systkini hjá mær, greiðir Samylyn frá.

Heilt galið
Hon er nummar trý í einum systkinaflokki upp á fimm, og tey búgva øll í Føroyum.

Samylyn er 25 ár í dag og var 16, tá hon flutti frá Filippinunum til Føroya, og í tí aldrinum er tað ringt at slíta røturnar og fáa tær at festa aftur í nýggjum og ógvuliga øðrvísi umhvørvi.

Tað var í 2013 og familjan búði í Rituvík, so Samylyn byrjaði í framhaldsdeildini í skúlanum við Løkin í Runavík. Har gekk hon í 9. og 10. flokki.

- Tað var heilt galið í byrjanini. Eg var ung, hevði nógvar vinir á Filippinunum, har eg hevði gingið í skúla og verið við í øllum har. So eg hevði tað ringt og longdist ógvuliga illa í fyrstani, tá eg var komin til Føroya. Eg tímdi onki, eg tímdi ikki í skúla, og eg tímdi ikki at læra føroyskt, greiðir Samylyn frá.

Royndi at vera við
Men sum frá leið, kendi hon seg noydda at gera okkurt við sína støðu fyri ikki at verða isolerað og enda í einsemi. Tí í veruleikanum er hon við egnum orðum bæði sosial og forvitin av lyndi, og henni dámar at læra aðrar mentanir at kenna.

Hon vissar eisini um, at hennara longsul onki beinleiðis hevði við Føroyar og tað nýggja umhvørvið at gera, tí hon hevur ongantíð kent seg útihýsta nakrastaðni í Føroyum.

Skúlin í Runavík og serliga lærarin, Noomi Reinert, vóru henni ein stór hjálp, sigur hon, og tað vóru næmingarnir eisini.

- Eg kendi meg ordiliga vælkomna, tá eg møtti í skúlanum. Allir næmingarnir komu og heilsaðu upp á meg. Noomi dugdi eisini so væl at royna at fáa meg at vera við í ymiskum tiltøkum saman við hinum næmingunum. Eg var so glað um, at hon ongantíð tvingaði meg ella royndi at trýsta meg til nakað, men bara eggjaði meg til at vera við, sigur Samylyn.

Tískil fekk hon skjótt vinir í skúlanum, men hon helt seg enn aftur við at fara út saman við hinum ungu eftir skúlatíð. So líðandi loysnaði tann knúturin tó eisini.

- Eftir eini tvey ár í Føroyum royndi eg at fara meira út saman við vinfólki, og vit hugnaðu okkum og høvdu tað stuttligt. Men tá sá eg skjótt, at tað var ringt hjá mær at blíva ein ordiligur partur av felagsskapinum, tí tey tosaðu føroyskt og eg bara enskt, sigur Samylyn.

Lærdi føroyskt í Effo
Hon royndi tó at fylgja við og skilja, men tað var ikki, fyrr enn hon í 2016 flutti vestur í Vágar at búgva, at hon av álvara gjørdi av, at hon mátti læra seg føroyskt.

- Eg búði í Miðvági og fekk arbeiði í Effo-støðini úti á Bakka í Sørvági, og eg kann takka tí arbeiðnum fyri, at eg nokkso skjótt lærdi at skilja og tosa føroyskt hampuliga væl. Tí eg var ofta einsamøll við kassan og til at passa grillina og svara telefonini. Og so var skjótt, at eg eisini fór at tosa føroyskt við vinfólkini og kundi vera við í øllum prátinum, sigur Samylyn.

Seinni í 2016 flutti hon til Sørvágs at búgva saman við unnustanum Jacob Melchior Hansen, og hon arbeiddi í Effo-støðini á Bakka í eini trý ár, áðrenn hon fór at arbeiða hjá Effo í Kollafjarðardali. Nú er hon leiðari har. Men hon býr enn í Sørvági, og fyri sløkum hálvum øðrum ári síðan fingu hon og Jacob ein son.

Longsulin kendist aftur
Í dag kennir Samylyn seg sum føroying, tó at hon als ikki hevur kvett sínar røtur. Filippinurnar standa henni enn nær, og har býr pápi hennara og ein stórur partur av familjuni. Sjálv hevur hon bara einaferð vitjað á Filipinunum, síðan hon flutti til Føroya. Tað var fyri fimm-seks árum síðan, og unnustin Jacob var við.

- Eg græt, tá eg sá pápa mín á flogvøllinum, tí tá kendist tað, sum at ikki hevði sæð hann í ævir. Og eisini, tá eg sá øll hini í familjuni, merkti eg longsulin. Men tað var ein góð og stuttlig ferð. Vit brúkt nógva tíð saman við pápa mínum og gjørdu onkran spennandi pakkatúr har.

- Men eg hevði búð so leingi í Føroyum, at eg helt tað vera eitt sindur óbehagiligt at ganga úti á Filippinunum, tí tað vóru so nógv fólk allastaðni. Har búgva so øgiliga nógv fólk, og tað merkist, eisini sjálvt um eg ikki komi úr nøkrum stórum býi, greiðir Samylyn frá.

Tryggleiki og mentan
Sær Samylyn burtur frá stóra muninum á tí filippinsku mentanini og tí føroysku, so er tað tryggleikin, sum er tann størsti munurin, heldur hon.

- Eg føli meg meira trygga í Føroyum, og ein orsøk er, at tað ikki búgva so nógv fólk her. Her kanst tú síggja ung fólk ganga úti og hugna sær allar tíðir á náttini, tað kanst tú ikki á Filippinunum, tí tað er ov ótrygt. Ikki tí at tað er serliga nógvur kriminalitetur, har eg komi frá, men tá tað eru so nógv fólk, so kennist tað meira ótrygt. Eg kenni meg bara meira trygga í Føroyum, sigur Samylyn.

Og so er tað mentanin. Hon er nógv øðrvísið, og Samylyn viðgongur, at hon í fyrstani helt lítið um onkrar føroyskar siðir. Til dømis grindadráp og fletting.

- Eg skilti ikki, hví tit drupu grind, og at øll tey fittu lombini, sum komu um várið, skuldu flettast longu um heystið. Eg hevði nógvar spurningar um alt hetta, men øll lond hava hvør sína mentan, og eg eri ein opin persónur, sum vil læra, og tá eg so lærdi meira um, nær og hví, føroyingar fóru at drepa grind og alt um seyðahald og fletting, so fekk eg virðing fyri tí. Tú skalt læra um tað fyrst, áðrenn tú kanst hava eina meining um sovorðið. Vit hava okkara mentan á Filippinunum, og her er ein onnur mentan. Nú eri eg spent hvørt ár, tá lombini koma, at tey skulu flettast, og eg elski riv, sigur Samylyn og leggur flennandi afturat:

- Men grind og spik eti eg ikki, eg havi roynt bæði kókaða grind, grindabúff og turra grind, men tann smakkurin er ikki til mín góma, og heldur ikki spik.

Familjan er nær
Samylyn hevur eisini allatíðina havt gott samband við filippinska mentan og filipinskar siðir. Ein stórur partur av familjuni býr í Føroyum. Mamman Xylene býr við manni sínum í Hoyvík og er virkin í matstovuvinnuni í Havn. Og mosturin býr eisini í Føroyum.

- Tá eg eri saman við teimum, eta vit ofta vanligan filippinskan mat, sigur Samylyn.

Hon hevur stuttan veg til yngstu systrina, sum eisini býr í Sørvági. Elsta systurin býr á Kambsdali, tann næstelsta á Skála, og beiggin, sum er næstyngst, býr hjá mammuni í Hoyvík. Øll systkini duga føroyskt í dag.

Pápin býr á Filippinunum, og honum leingist Samylyn eftir. Hann rekur fleiri handlar, sum selja elektronikk-vørur, og hevur úr at gera.

- Tí hevur hann ongantíð vitjað í Føroyum enn, men hann leingist illa eftir okkum og ætlar eisini at vitja okkum her, tá hann fær betri tíð, sigur Samylyn.

Sjálv er hon ikki í iva, hvar hennara lív skal livast.

- Eg kenni meg heima í Føroyum í dag, og eg rokni ikki við, at eg nakrantíð fari at búgva aðrastaðni enn í Sørvági aftur. Her er alt tað, mær dámar best – her er friðarligt og trygt, og øll kenna øll. Vit hava eisini keypt okkara egnu hús her og fingið ein son, so eg vil verða verandi her, sigur Samylyn.

Onnur tíðindi

Sørvágs kommuna nýggjan graslíkisvøll frá Føroya Møblasølu

03. mai 2024

Myndir frá flaggdagshaldinum

25. apríl 2024

Flaggdagshald

21. apríl 2024