Starvslýsing: Visit Vágar

01. mars 2024

Visit Vágar er í rúkandi menning, og leitar tí eftir einum kreativum og ágrýtnum starvsfólki at taka sær av ymsu spennandi verkætlanunum, sum verða settar í verk.

Seinastu árini, hevur Visit Vágar arbeitt við avriksáttmálum gjørdir við Sørvágs- og Vága kommunu. Vit hava eisini eina ferðavinnu- og menningarstrategi fyri Vágar og Mykines, og arbeiða tí málrættað við verkætlanum, sum menna lokalu ferðavinnuna burðardygt.

Tú fært høvið til, at arbeiða við fjølbroyttum verkætlanum, har samstarv við ferðavinnu og borgarar er partur av gerandisdegnum. Samskifti fyllur nógv í starvinum, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert semjusøkjandi og jalig/ur, og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Sum ferðavinnumennari kemur tú at hava ein týðandi leiklut fyri at verkætlanir verða framdar væl og til tíðina.

Les meira um starvið við at klikkja á https://alfred.fo/starv/ferdavinnumennari 

Onnur tíðindi

Myndir frá flaggdagshaldinum

25. apríl 2024

Flaggdagshald

21. apríl 2024

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 24. apríl

19. apríl 2024