Kunngerð
Endurskoðan av byggisamtyktini fyri Bø
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 25.09. 2024 samtykt at broyta byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu, partin Bøur.
Uppskotið um broytingarnar fevna millum annað um tillagingar av býarskipanini, soleiðis at smærri vinnu- og tænastuvirksemi kann virka í Bø, samstundis sum eini sethús koma at liggja undir røttu økisáseting.
Broytingarnar snúgva seg um niðanfyri nevndu matr. nr:
- Matr. nr. 36i - Frá K landbúnaður til C1 vinnuøki
- Matr. nr. 67 – Frá I Hjallar, úthús v.m til B sethús
Broytingarnar saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 26.09.24 til17.10.24 báðar dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera í bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 07.11.24.