Sørvágs kommuna hevur skipað seg

19. november 2024

Nývalda býgdaráðið í Sørvágs kommunu, hevur á fundi í kvøld skipað seg við Eyð Ellingsgaard sum borgarstjóra og Jón Joensen sum varaborgarstjóra.

Borgarstjóri er framvegis Eyð Ellingsgaard sum hevði eitt gott val, og varaborgarstjóri er Jón Joensen, sum eisini hevði stóra framgongd í atkvøðum. Nývalda býgdarráðið samtykti einmælt at velja tey bæði.

Tær føstu nevndirnar eru ikki mannaðar enn, men hetta verður kunngjørt so skjótt tær eru valdar.

Tey, ið manna bygdaráðið í Sørvágs kommunu komandi setuna eru:

Av Borgaralista A:
Eyð Ellingsgaard
Jón Joensen
Helena Heðinsdóttir Guttesen
Tóki Joensen
Hans Kári Hansen
Elias Davidsen

Av Borgaralista B:
Hugin Skaalum

Onnur tíðindi

Drekkivatnið í Bø

15. november 2024

Marknaðardagu­rin í Gásadali

10. november 2024

Asfaltering av Niðaravegi

10. november 2024