Frá Sørvágs kommunu
20. desember 2024
Um tú ætlar at brenna bál nýggjársaftan, er neyðugt at søkja loyvi frá Sørvágs kommunu.
Sendi umsókn á teldupost sorvag@sorvag.fo innan 30. desember 2024 kl. 1200
Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
- at bert reinur og turrur viður verður nýttur.
- at veðrið er til vildar.
- at økið verður ruddað skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir. Um kommunan má rudda upp eftir bálið, verður rokning send til tann sum stendur fyri loyvinum av bálinum.
- at navnsnevndur ábyrgdarpersónur verður uppskrivaður hjá kommununi.
Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.
Onnur tíðindi
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
20. desember 2024
Broytingar í innsavningini
19. desember 2024
Bygdaráðsfundir 2025
18. desember 2024