Grundøki til sølu
27. juni 2025
Sørvágs kommuna hevur ynski um, at fáa ein fjølbroyttan bústaðarmarknað og tí verður matr. 62h sett til sølu til raðhús/íbúðir.
Økið er 5.365 m2 til støddar, møguleiki er at keypa part av økinum, vísandi til byggiætlan.
Økið liggur uppi á Mýrum í Sørvági, í einum barnavinarligum umhvørvi tætt við barnagarðin.
Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.
Áhugaði kunnu senda teldupost til: sorvag@sorvag.fo
Hava tit fyrispurningar eru tit vælkomin at ringja til tekniska leiðaran Jákup Suna Lauritsen, tlf. 233216
Sørvágs kommuna
Onnur tíðindi
Brúgvin um Kirkjuá
03. desember 2025
Nýggja Alvalon tikið í nýtslu
03. desember 2025
VASKIFÓLK TIL ALVALON
02. desember 2025