Leysgangandi hundar í Sørvágs kommunu
28. august 2025
Sørvágs kommuna fær javnan kærur frá fólki um leysar hundar. Fólk eru eisini hørm um hundalortar, ið hesir leggja eftir seg í tún og teigar.
Kommunan skal við hesum minna á, at tað ikki er loyvt at hundur gongur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum.
Mannagongdin viðvíkjandi leysgangandi hundum er, at løgreglan skal fráboðast.
Løgreglan boðar so aktingarmanninum frá, sum tekur hundin upp og boðar politistøðini nærri frá upptøkuni í serligum skjali.
Heitt verður eisini vinarliga á allar hundaeigarar, sum fara túr við hundi av egnum øki, um at hava plastikkposa við og taka hundalortarnar upp.
Víst verður til samstarvsavtaluna millum Føroya Landfúta og Sørvágs kommunu.


Onnur tíðindi
Ítróttarhøllin í Sørvági veruleiki
13. apríl 2026
Frá Vága Pensjónistafelag
02. apríl 2026
Skrá fyri eyka bygdaráðsfund
31. mars 2026