Sálarfrøðingur til Barnaverndartænastuna í Vágum

19. september 2025

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Barnaverndartænastuna til setan 1. november ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.

Arbeiðsøki
Barnaverndartænastan í Vágum er eitt samstarv millum Sørvágs og Vága kommunu. Vit eru í løtuni staðsett í Sandavági og fara í næstum at flyta í høli í Miðvági. Í kommununum búgva umleið 3400 fólk. Á deildini starvast 4 fólk.

Sum sálarfrøðingur verður tú ein týðandi partur av einum tvørfakligum toymi, sum arbeiðir tætt saman um at skapa bestu karmarnar fyri børn og ung í truplum støðum. Arbeiðið fer bæði fram á barnaverndartænastuni og heima hjá familjunum.

Arbeiðsuppgávur

• Samrøður við børn, ung og foreldur

• Viðgerð av børnum, ungum og familjum

• Útgreining av børnum og ungum

• Supervisión og fakliga sparring

 

Vit ynskja okkum starvsfólk sum

• Hava góð samskiftis- og samstarvsevni

• Eru álítandi og arbeiðssom

• Tola at arbeiða undir trysti

• Kunnu arbeiða sjálvstøðugt

 

Førleikakrøv

• Útbúgvin sálarfrøðingur. Autorisatión kann vera ein fyrimunur. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.


Vit kunnu bjóða

• Eitt spennandi og fjølbroytt starv

• Fakligt samstarv við sálarfrøðingar á barnaverndartænastunum kring landið og Barnaverndarstovu Føroya

• Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

• Supervisión

 

Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála við fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

 

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, CV og revsiváttan skal vera Barnaverndartænastuni í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. oktober 2025 og skal sendast í telduposti til bvt@vaga.fo ella sum bræv til

 

Barnaverndartænastan í Vágum

Hammershaimbsvegur 1

360 Sandavágur

 

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

 

Nærri upplýsingar

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna í Vágum á telefon 794431.

Onnur tíðindi

Bygda­ráð­sfundur

19. september 2025

Ætlar tú at byggja íbúð í Sørvági?

19. september 2025

Fleiri ferðamanna­skip til Vágar í 2026

19. september 2025