Reglugerð

01. oktober 2025

um gjald fyri byggimálsviðgerð hjá Sørvágs Kommunu

Gr. 1

Við heimild í § 2 í kunngerð um bygningskunngerð 2017 og við góðkenning frá lands-stýrisfólkinum í byggimálum verður gjørd henda reglugerð um gjøld fyri byggimálsviðgerð hjá Sørvágs Kommunu.

Gr. 2

Reglugerðin er galdandi fyri gjøld fyri byggiloyvi, fyribilsloyvi og fyri at viðgera frávik sambært bygningsreglugerðini ella øðrum galdandi ásetingum fyri bygging.

Gr. 3

Gjald verður bert kravt fyri byggimálsviðgerð, sum krevur uttanhýsis ráðgeving.

Gr. 4

Gjaldið verður ásett sambært kostnaðarmeting/tilboði frá uttanhýsis tekniskum ráðgeva + 10% av metingini/tilboðnum fyri umsitingarliga viðgerð hjá kommununi - ella sambært endaligari rokning frá ráðgeva.

Hetta er galdandi fyri alla bygging, sum lýst er í § 2, stk. 3, í kunngerð um bygningskunngerð 2017.

Gr. 5

Gjaldið fellur til gjaldingar, tá ið byggiloyvið, fyribilsloyvið ella fráviksloyvi er klárt at lata.

Gr. 6

Kommunali byggimyndugleikin kann halda byggiloyvi, fyribilsloyvi ella fráviksloyvi aftur, til gjaldið er goldið.

Gr. 7

Avgerðir, sum kommunali byggimyndugleikin hevur tikið við heimild í ásetingum í hesi reglugerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn sambært § 19 í byggilógini – løgtingslóg nr. 60 frá 15. mai 2012.

 

Sørvágs Kommuna, 24. september 2025

Onnur tíðindi

Kunngerð um ferðslu

11. juni 2026

Ruskplássið stongt 13. juni

08. juni 2026

Trivnaðarvikan 2026

07. juni 2026