Lýsing eftir sløkkiliðsfólki til Sørvágs sløkkilið

15. oktober 2025

Sørvágs Sløkkilið søkir eftir nýggjum og ágrýtnum sløkkiliðsfólki at styrkja liðið.

Vit leita eftir fólki, ið vilja gera mun og verða partur av einum felagsskapi, sum tekur ábyrgd, tá á stendur.

Um starvið

Sum sløkkiliðsmaður/-kvinna verður tú ein týðandi liður av trygdini í nærumhvørvinum.

Tú verður við í sløkkiarbeiði, bjargingum og øðrum uppgávum.  

Talan er um starv við tilkalli, tá tørvur er á tínum íkasti.

 

Vit leita eftir tær, sum

· Hevur góðan likamligan og sálarligan førleika.

· Er rólig/ur undir trýsti og dugir at arbeiða í toymi.

· Er ágrýtin, álítandi og hevur góðan hug at hjálpa øðrum.

· Býr í Sørvágs kommunu ella nærhendis, soleiðis at tú kanst møta skjótt við útkalling

· Er minst 18 ára gomul/gamal.

Vit bjóða

· Spennandi og gevandi arbeiði við týdningi fyri lokalsamfelagið.

· Góða og fakliga undirvísing í sløkki- og bjargingartilgongdum.

· Sterkan felagsskap og gott arbeiðsumhvørvi.

· Møguleika fyri menning og útbúgving innan eld- og bjargingartænastu.


Umsókn

Hevur tú hug at verða partur av Sørvágs sløkkiliði, ert tú vælkomin at senda eina umsókn við nøkrum orðum um teg sjálvan, og hví tú ert áhugað/ur.

Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Eystein í Løðu á tlf. 233220

Send umsóknina til:

brand@sorvag.fo

Freist at søkja er 15. novembur 2025

Onnur tíðindi

Hugnaløtu í samband við gávuhandan frá Lions Vágar

09. oktober 2025

Trivnaðarvikan í Sørvágs kommunu

06. oktober 2025

Áheitan

03. oktober 2025