Kunningarskriv frá Sørvágs kommunu
Í døgunum 14 - 21. oktobur skipar Útlendingastovan saman við Tórshavnar kommunu fyri einum landsumfevnandi tiltaki, ið hevur til endamáls at fagna fjølmentan í Føroyum. Sørvágs kommuna hevur saman við Vága kommunu gjørt av at verða við í tiltakinum.
Endamálið er at fagna og varpa ljós á mentanarliga margfeldið í okkara kommunu, og tað kann gerast á ymsan hátt, við at kommunan sjálv skipar fyri onkrum tiltøkum, men vit fara eisini at heita á okkara stovnar, feløg, virki, skúla og barnagarð um at taka lut í fjølmentanarvikuni og skipa fyri ymiskum virksemi í hesum sambandi.
Hugskotsskjátta
Ein hugskotskjátta er gjørd til endamálið, sum kann nýtast til íblástur til virksemið. Hon er býtt upp í ymisk átøk, ið eru hóskandi til ymiskar aldursbólkar: stovnar, arbeiðspláss, felagsskapir og børn og ung.
Hjálagt er leinki til Hugskotsskjáttuna, har tit kunnu brúka burtur úr henni, um tit vilja verða partur av Fjølmentanarvikuni. Tað vóna vit sjálvandi. Tit kunnu sjálvsagt eisini nýta egin hugskot.
Hugskotsskjáttan fer eisini at liggja tøk á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu, www.sorvag.fo.
Ein felagsskrá verður gjørd, so at til ber at síggja, hvørji tiltøk verða, og hvar tey verða. Vit leggja eisini tiltøkini, sum verða í kommununi inn á okkara kalendara á heimasíðuni, og tí vilja vit heita á tykkum um at siga okkum í Sørvágs kommunu frá, so vit kunnu leggja tykkara tiltak afturat skránni. Tað kunnu tit gera við at seta tykkum í samband við samskipara okkara Jeannet Joensen jeannet.joensen@skulin.fo, hon svarar eisini spurningum, um onkur ivamál eru.
Vit í Sørvágs kommunu vóna, at tikið verður væl ímóti hesum átakinum, so vit fáa eina spennandi og áhugaverda Fjølmentanarviku/Multicultural Week 2022.
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri

Grundøki til sølu

Skrá fyri bygdaráðsfundin 25. juni
