Asfaltering í bygdini leygardagin

01. desember 2023

 Nú er komið væl áleiðis við vegarbeiðinum í miðbygdini, og seinasti parturin sum er at leggja sjálvt asfaltið á, verður gjørt í morgin. Hetta inniber, at strekkið frá Blindtarminun og oman til innkoyringina í Kedron verður so mikið nógv tarnað av arbeiðinum, at frárátt verður at koyra tann vegin.

Handilslívið í bygdini steðgar tó ikki, og tey sum hava ørindir í PE og í Løðuhandlinum kunnu seta bilin við kommunuskrivstovuna ella við dansistovuna. Tey, sum skulu út á Bakka, verða biðin um at fara eftir Garðsvegnum, gjøgnum Geilina, og oman á Niðaraveg.

Arbeiðið byrjar í morgin, leygardagin 2. desember, kl. 08:30 og heldur fram til arbeiði er liðugt.
Væntandi verður koyrandi eftir kl. 17:00.

Onnur tíðindi

Bingjuplássið stongt 1. mai

29. apríl 2025

Flaggdagshaldið á Krígssavninum

25. apríl 2025

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 30. apríl

24. apríl 2025