Flaggdagshaldið á Krígssavninum

25. apríl 2025

Flaggdagshald er gomul siðvenja í Sørvági, men í sambandi við, at 80 ár eru liðin síðan annar heimsbardagi endaði, og 85 ár síðan vit fingu flaggið viðurkent, varð Krígssavnið karmur um tiltakið hesaferð. Og forkunnugir gestir vóru við, ið gjørdu løtuna enn meira hátíðarliga.
Krígssavnið hevði nevniliga boðið umboðum frá The Cameronians Association á vitjan.

The Cameronians var ein skotsk herdeild, ið vardi Føroyar undir krígnum.
Saman við umboðum frá bretsku sendistovuni í Keypmannahavn og einum sekkjapípuspælara gjørdu teir løtuna serstaka.
Hóast teir, ið eru á vitjan, eru veteranar, eru teir tó ov ungir til at hava tikið lut í seinna heimsbardaga. Hinvegin umboða teir herdeildina – og teir, ið ikki kundu vera við í dag. Og tignarligt sá tað út, har teir stóðu í teimum eyðkendu búnunum.
Flaggdagshaldið byrjaði við missiónshúsið Libanon í Sørvági, har skúlabørn gingu skrúðgongu niðan á Krígssavnið. Og klokkan 17.00 byrjaði haldið á Krígssavninum, har Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, helt flaggdagsrøðuna og Sørvágs tónleikarafelag spældi nøkur løg.

Karl Johan Nielsen, nevndarformaður fyri Krígssavnið, segði eisini nøkur orð, eins og umboðið fyri bretsku sendistovuna í Keypmannahavn.

Føroyska flaggið, ið varð vundið á stong fyri fyrstu ferð umborð á sluppini Eysturoynni, er til skjals á Krígssavninum, og fólk høvdu høvi at síggja tað og hoyra søguna um Hans Mikkelsen, skipara úr Sørvági, sum hevði Merkið liggjandi umborð og vant tað á stong, eftir boðum frá enska hervaldinum.

Aftaná røður og tónleikainnsløg vórðu allir gestirnir bodnir til kaffi og vaflir inni á savninum.

Onnur tíðindi

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 30. apríl

24. apríl 2025

UMHVØRVISPLÁSSIÐ - BROYTTAR UPPLATINGARTÍÐIR!

24. apríl 2025

Flaggdagshald

23. apríl 2025