Heilsufremjandi venjingar
03. september 2026
Fimleikurin inni á Sýnini, heilsufremjandi venjingar, fyri borgarar 67 ár og eldri byrjar aftur mánadagin 7. september 2026 kl. 13.00.
Venjing verður tvær ferð um vikuna og venjingartíðirnar vera mánadagar og hósdagar kl. 13.00 til 14.00. Tað er ikki neyðugt at melda til fimleikin, tú kann bara møta upp.
Bussur koyrir sum vanligt og byrjar at koyra kl. 12.00. Sørvágur – Bø – Sørvágur – Miðvágur – Sandavágur. Neyðugt er við tilmelding til bussin. Tilmelding til bussin er á tlf. 665700 mánadag til hósdag millum kl. 10.00 og 14.00.
- Inngongdin í venjingarhøllini skal nýtast, tá komið verður til fimleik. Tað er inngongdin í vestara enda í kjallaranum á Sýnini.
- Hendurnar skulu sprittast tá komið verður
- Tit skulu hava innanduraskógvar við.
- Man skal sjálv/ur hava vatnfløsku við heimanífrá.
- Kostnaðurin fyri venjingar verður:
- 170,- kr/mdr. fyri 2 ferð um vikuna og 100,- kr/mdr. fyri eina ferð um vikuna.
- Tað ber eisini til at gjalda fyri ½ ár í einum. 680,- kr. fyri ½ ár at venja 2 ferð um vikuna og 400,- kr. fyri at venja 1 ferð um vikuna.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur.
Terapeutarnir Vesturvón
Onnur tíðindi
Skrá fyri bygdaráðsfund
28. august 2026
Umlegging av koyrivegi í Vága Floghavn
22. august 2026
Landsdystur á Dungasandi
12. august 2026