Sjey næmingar lokið prógv í føroyskum sum annaðmál
Mikukvøldið fingu sjey næmingar í Sørvágs og Vága kommunu prógv í føroyskum sum annaðmál.
Í hesum sambandi varð skipað fyri serligari hátíðarløtu í skúlanum í Sørvági, har prógvini vórðu handað. Tríggir næmingar vóru burturstaddir, men hinir fýra fingu prógvini.
Føroyskt sum annaðmál er fyri tilflytarar og útbúgving í fleiri stigum. Tríggir næmingar hava staðið støðuroyndina. Tað merkir, at hesir næmingar hava lokið øll stig í útbúgvingini. Hinir næmingarnir hava staðið stigroyndir.
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, handaðu prógvini til næmingarnar, sum hava staðið støðuroyndina.
Fyrimyndarligt samstarv
Seinastu trý árini hava kommunurnar í Vágum samstarvað við Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kvøldskúla um undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Men eftir summarfrítíðina verður undirvísingin ein landsuppgáva, sum Undirvísingarstýrið fer at umsita, og í løtuni er ógreitt, hvussu undirvísingin verður skipað frameftir.
Borgarstjórarnir í Vágum eru á einum máli um, at talan hevur verið um eitt fyrimyndarligt samstarv og vóna, at landsmyndugleikarnir fara at raðfesta og halda fram við undirvísingini í Vágum.
– Tað er stórur tørvur á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og grundarlag er fyri at halda fram í Vágum, siga borgarstjórarnir.
Eyð Ellingsgaard og Bjarni Prior vísa á týdningin, sum undirvísingin hevur, tí málið er lykilin til luttøku í samfelagnum, siga tey.
Sørvágs kommuna ynskir næmingunum hjartaliga til lukku við próvnum og blíðan byr framyvir.





Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Ert tú avvarðandi hjá borgara við sjúkuni demens?
