Ruskplássið er stongt í viku 26 og 27

23. juni 2024

Eftir áheitan frá IRF, verður ruskplássið stongt frá 24.06.2024.

Hetta er orsakað av, at sera nógv burturkast hópaði seg upp um landið, meðan verkfall var. Hóast brennistøðin á Hagaleiti koyrir alt samdøgrið, ber ikki til at brenna meir enn eitt vist og IRF heintar tí ikki burturkast frá endurvinningarplássum í tvær vikur.

Opið verður aftur týsdagin 9. juli.

Vónandi vísa vit øll tolsemi, meðan IRF arbeiðir við at koma uppundan.

Onnur tíðindi

Uttanríkis- og Vinnu­mála­ráðið á vitjan 

21. juni 2024

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 26. juni

21. juni 2024

Sjey næmingar lokið prógv í føroyskum sum annaðmál

20. juni 2024