Flótandi tónar á sluppini Westward Ho

01. juli 2024

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomin til eina serstaka konsertuppliving á sluppini Westward Ho í summar. Flótandi tónar vera á Sørvágsfirði 2. og 3. juli og bjóða eitt fjølbroytt úrval av framúrskarandi føroyskum tónleiki. Eisini verður staðkendur vertur umborð, og borðreitt verður við leskiligari fiskasúpan, onkrum søtum omaná og leskandi dropum. 

Meðan Tindhólmur og Drangarnir vísa seg í flottasta skrúð, fara hesi at framføra báðar dagarnar:

2. juli: 

kl. 13 og kl. 19 er tað Marius Ziska við sínum inniligum sangum og kveikjandi rødd, sum fer at framføra umborð

Kl.16 er tað Vágaverk við Jóan Jakku og Sámal Ravsfjall, sum fer at ríka upplivingina við teirra fangandi løgum.

3. juli:

kl. 13 og kl. 16 framførir Kristina Bærendsen við síni ótrúligu rødd og nærverandi framførslum

kl. 19 er tað Lena Andersen, sum fer at framføra sínar vælskrivaðu og hugtakandi sangir, ið altíð røkka hjartastreingirnar hjá áhoyrarunum.

Legg til merkis, at vegna stóra áhugan hava vit lagt eina eyka konsert við Kristinu Bærendsen 3. juli kl. 13:00. 

Hesar konsertirnar eru ein gyltur møguleiki at njóta føroyskan tónleik á eini søguligari slupp, í einum hugnaligum og sera flottum umvhvørvi.

Atgongumerki eru til taks á seatravel.fo

Onnur tíðindi

Nýtt Sjósavn og Mentanar­hús í Sørvági 

02. juli 2024

Parttíðarstarv sum leiðari til Sørvágs Kvøldskúla 

02. juli 2024

Endurrinda dagstovnagjaldið

01. juli 2024