Parttíðarstarv sum leiðari til Sørvágs Kvøldskúla 

02. juli 2024

Søkt verður eftir leiðara, sum hevur førleikar, áhuga og hegni at átaka sær at standa fyri og samskipa frítíðarundirvísingina í Sørvágs kommunu. Starvið er parttíðarstarv og verður sett frá 01. august 2024. 

Sørvágs Kvøldskúli grundar sítt virksemi á løgtingslóg um frítíðarundirvísing, sum ásetir, at kommunan skal seta á stovn almanna og serstaka frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi í einum vavi, sum er hóskandi og tørvur er á. Frítíðarundirvísingin stendur øllum borgarum í kommununi í boði. 

Sum leiðari fyri frítíðarundirvísingini er avgerandi, at tú dugir at fyriskipa, kveikja og samstarva.

Sum leiðari vænta vit, at tú framhaldandi mennir frítíðarundirvísingina og skipar undirvísingina eftir tørvi, men við atliti til játtanarkarmin til frítíðarundirvísingina hjá Sørvágs kommunu.’’Umsøkjarar skulu helst hava læraraútbúgving ella aðrar samsvarandi førleikar. 

Setanar- og lønarviðurskiftini verða eftir avtalu við Sørvágs kommunu.

Umsóknin skal sendast til sorvag@sorvag.fo ella sum bræv til Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, 380 Sørvágur 
Umsóknin skal verða Sørvágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. juli 2024. 
 
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skúlastjóran á tlf. nr. 233221 

Onnur tíðindi

Syngið við kvøld umborð á Westward Ho!

04. juli 2024

Nýtt Sjósavn og Mentanar­hús í Sørvági 

02. juli 2024

Endurrinda dagstovnagjaldið

01. juli 2024