Syngið við kvøld umborð á Westward Ho!

04. juli 2024

Fríggjakvøldið 5. juli kl. 20 bjóða vit til eina serstaka løtu á Sørvágsfjørði við Westward Ho. Tónleikararnir Remi Hansen og Tummas Heri Thomassen á harmoniku og gittar fara at leiða kvøldið við livandi tónleiki og felagssangi. Sørvingarnir Pál Weihe og Jóan Pauli Joensen verða vertir og fara at siga spennandi søgur um Sørvág og umhvørvið.

Tað er eisini møguleiki at hava egna bát og leggja við síðuna av Westward Ho á Sørvágsfjørði.

Atgongumerki kosta 250 DKK og kunnu keypast á seatravel.fo. Kom og njót eina minnisríka løtu við tónleiki, søgum og felagsskapi umborð á Westward Ho! Veðurforsøgnirnar siga frá avbera góðum veðri.

Onnur tíðindi

Mai mánaður og demensur

03. mai 2026

Flaggdagshald 25.apríl 2026

25. apríl 2026

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

25. apríl 2026