Útbygging av Alvalon

02. september 2024

Sørvágs kommuna og ArtiCon hava gjørt sáttmála at útbyggja Alvalon í Sørvági.

Nýggi bygningurin verður 24 metrar langur og 10 metrar breiður. Bygningurin verður í tveimum hæddum við lofti. Niðasta hæddin er til umsiting/starvsfólk, har skrivstovur og fundarhøli mynda hæddina. Á miðhæddini eru tvær barnagarðsstovur við umklæðing, bólkarúmi, hvílirúmi, motorikrúmi, sansarúmi og vátrúmun. Á loftinum er hugsavningarstað til børnini.

Ímillum verandi og nýggja bygningin verður høvuðsinngongdin, ið virkar sum bindilið til allar stovurnar á stovninum.

Niðasta hæddin verður úr betong bæði veggir og dekk. Ovara hæddin og tekjan verða gjørd sum timburelementir í høllini hjá ArtiCon á Sundi.

Ætlanin er at gera byggiplássið klárt og byrja jørðarbeiðið í september. Bygningurin skal avhendast í september 2025.  

Onnur tíðindi

Eyka bygda­ráð­sfundur

10. juli 2025

Grundøki til sølu

27. juni 2025

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 25. juni

20. juni 2025