Niðarivegur fær gongubreyt og nýtt asfalt

05. september 2024


Farleiðin út á Bakka, sum bretar løgdu undir krígnum, við vakra laðaða garðinum framvið, fær nú eina gongubreyt og nýtt asfalt. Gongubreytin verður framvið niðaru síðu.

Arbeiðið við at fresa gamla asfaltið av er farið ígongd, og í hesum sambandi verður samstundis heitt á bilførarar, um at koyra varliga á hesum strekkinum, so leingi arbeiðið er í gerð.

Tað er nógv virksemið á kaiøkinum, og tí er alneyðugt við góðari og tryggari farleið á hesum strekkið, ið eisini hevur nógva tunga ferðslu.

Við gongubreytini skuldi tað blivið enn tryggari at fara válandi heim ella út eftir Niðaravegi, veri tað nátt ella alljósum degi.

Onnur tíðindi

Gudstænastа og minningarhald teirra sjólátnu

30. oktober 2026

Fjølmentan­arvikan verður sett í Vágum

23. oktober 2026

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

23. oktober 2026