Námsfrøðingur í barsilfarloyvisstarv og køksfólk til Alvalon

12. oktober 2024

Vit hava tørv á

  • einum námsfrøðingi í barsilsfarloyvisstarv til barnagarðsstovu við 15 børnum. Starvið er 30 tímar um vikuna, og starvsbyrjanin er tann 15. nov. 2024 ella eftir nærri avtalu.
    Um so er, at eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv
  • einum køksfólki, sum brennir fyri at gera heilsugóðan kost at byrja 1. des. 2024 ella eftir nærri avtalu. Starvið er 20-25 tímar um vikuna, og tað fevnir um at standa fyri innkeypi og matarætlan. Tú gert millummála og somuleiðis mat til starvsfólkafundir v.m.
     

Um stovnin

Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit brúka náttúruna nógv og eru ofta túrar bæði í haganum, á sandinum, á fótbóltsvøllum, á Stakka og aðrastaðni í nærumhvørvinum. Í Alvalon eru tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og ein elstibólkur. Á stovninum ganga í løtuni 92 børn í aldrinum 0-7 ár. Vit eru eitt starvsfólkatoymi við 13 námsfrøðingum og 19 hjálparfólkum.

 

Námsfrøðiliga arbeiðið

Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg. Tryggleikin er ein fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist, tí leggja vit stóran dent á relatións- og umsorganararbeiðið og arbeiða tilvitað við tilknýtisástøðini. Eisini raðfesta vit foreldrasamstarvið, rørsluliga- og málsliga menning, felagsskapin, spælið og útilív. Vit eru upptikin av, at børnini hava eina rødd, og at tey í stóran mun sjálvi sleppa at mynda dagin.

Tú kanst lesa meira um okkara virksemi á heimasíðu okkara: alvalon.fo

 

Vit kunnu bjóða tær

  • eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi
  • eitt umhvørvi, har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti
  • at tú verður luttakandi í einum stovni í menning, har pláss er fyri nýhugsan
  • at verða partur av einari 5 ára verkætlan, sum verður kallað "Saman um barnið – Vitan í verki", saman við øllum hinum, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum
  • eitt stað, har vikuligir fundir eru raðfestir
  • tíð at fyrireika og eftirmeta títt arbeiði – 10% av tínum starvsbrøki
     

Vit vænta m.a. av tær at

  • tú hevur góð samstarvsevni
  • tú ert nærverandi og dugir at skapa góðar og mennandi relatiónir
  • tú, saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini
  • tú ert luttakandi í einum stovni í menning
  • tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningarmøguleikar
     

Setanar- og lønarviðurskifti hjá námsfrøðingi

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Setanar- og lønarviðurskifti hjá køksfólki

Setanar- og lønartreytir hjá køksfólki eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Barnaváttan

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Sørvágs kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

 

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til alvalon@sorvag.fo í seinasta lagi sunnudagin 20. okt. 2024.

Onnur tíðindi

Skrá fyri marknaðar­dagin í Gásadali

17. oktober 2024

Tí er Stórá grá

14. oktober 2024

Jalig starvs­fólk fingið frálæru í Cosmic

11. oktober 2024