Tí er Stórá grá
14. oktober 2024
Tað sum fleiri hava varnast, og onnur gjørt vart við er, at Stórá hevur havt ein annan lit enn hon vanliga hevur.
Hví hetta er so, er tað ein natúrlig orsøk og frágreiðing til. Nógv spreingiarbeiði er við eitt stórt gil, sum rennir ígjøgnum ídnaðarøkið á Hálsi, og hetta førir við sær, at Stórá viðhvørt er grá at síggja til. Grótstøv frá spreingingini seyrar út í Stórá, og hetta grótstøvið litar áina gráa. Hesum sleppist tíverri ikki undan.
Tá arbeiðið er komi framvið gilinum, verður tað lagt í eitt rør, og so skuldi hetta ikki verið ein trupulleiki framyvir.
Onnur tíðindi
Gott nýggjár!
31. desember 2024
Høvuðsnevndirnar eru nú valdar
30. desember 2024
Bygdaráðsfundurin útsettur!
27. desember 2024