Gott nýggjár!

31. desember 2024

Sørvágs kommuna ynskir øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.

Sørvágur er nýggjársbygd, og tað eru eldsálir sum ár eftir ár leggja tíð og orku í, at skapa hugnaligar karmar um ársskiftið. 

Sørvingar hava í meira enn hálva øld sæð árstalið í ljósum loga, og hesum hava brøðurnir Kári og Ivan Simonsen staðið fyri. Trúliga hava teir gingið niðan “á mánan”, fyrst at seta blikkini upp, og so aftur á midnátt at kynda í, heilt síðani 1971.

Og gleðiligt er, at yngru kreftirnar taka væl undir við hesi siðvenju. Bygdin hevur eina rúgvu av ungum monnum sum ár eftir ár gera sítt stóra íkast til, at bygdin lýsir so fagurliga upp nýggjársaftan.
Ein tøkk til tykkum allar, og gott nýggjár!

Onnur tíðindi

Earth Hour, leygarkvøldið 28. mars

25. mars 2026

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

20. mars 2026

Fólka­tingsvalið - brævatkvøður og valkort

18. mars 2026