Høvuðsnevndirnar eru nú valdar

30. desember 2024

Í kvøld hevur nýggja bygdaráðið verið saman á skipanarfundi, og høvuðsnevndirnar eru valdar fyri komandi 4 ára skeiðið. Borgarstjóri, og varaborgarstjóri vóru vald á fundinum 19. november, og í kvøld fullu so seinastu brikkanir uppá pláss.

Nevndirnar síggja soleiðis út:


Fíggjarnevndin:
Eyð Ellingsgaard
Jón Joensen, tiltakslimur Elias Davidsen
Helena Heðinsdóttir Guttesen, tiltakslimur Hans Kári Hansen
Avgerð: Samtykt av meirilutanum

Tekniska nevnd:
Hans Kári Hansen, tiltakslimur Tóki Joensen
Elias Davidsen, tiltakslimur Helena Heðinsdóttir Guttesen
Jón Joensen, tiltakslimur Tóki Joensen
Avgerð: Samtykt av meirilutanum


Trivnaðarnevndin:
Helena Heðinsdóttir Guttesen, tiltakslimur Elias Davidsen
Tóki Joensen, tiltakslimur Jón Joensen
Hans Kári Hansen, tiltakslimur Hugin Skaalum
Avgerð: Einmælt samtykt


Vinnunevndin:
Tóki Joensen, tiltakslimur Elias Davidsen
Hugin Skaalum, tiltakslimur Hans Kári Hansen
Jón Joensen, tiltakslimur Helena Heðinsdóttir Guttesen
Avgerð: Einmælt samtykt


Havnanevndin:
Elias Davidsen, tiltakslimur Hans Kári Hansen
Tóki Joensen, tiltakslimur Hugin Skaalum
Helena Heðinsdóttir Guttesen, tiltakslimur Jón Joensen
Avgerð: Einmælt samtykt

Í nevndina hjá SEV varð Hans Kári Hansen valdur, og varamaður hjá honum er Elias Davidsen.

 



Onnur tíðindi

Gott nýggjár!

31. desember 2024

Bygda­ráð­sfundu­rin útsettur!

27. desember 2024

Bygda­ráð­sfundur - val av nevndum

23. desember 2024