Sjósavnið í Sørvági

10. november 2024

Gongd er komin á byggingina av Sjósavn og mentanarhúsinum í Vágum, við staðsetingini á uppfyllingini við bátahylin í Sørvági.

Byggifelagið J.K. Petersen hevur byggingina undir hond, og eftir tíðarætlanini og tá endaligt byggiloyvi er komið uppá pláss, væntast bygningurin at standa liðugur um gott eitt ár.

Ætlanin er, at ein kunningarfundur verður hildin, so fólk fáa eina nágreinliga kunning um verkætlanina.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við í hesi spennandi ætlan.

Mentanar- og sjósavnið í Vágum er eitt áhugafelag, ið er stovnað við tí endamálið at virka fyri at M/S Marna kann gerast ein livandi og verdugur karmur um okkara sjósøgu og mentanarligum fyritakssemi til gaman og álvara hjá ungur og gomlum.

- At lýsa okkara sjóvinnusøgu
- At vera ein mentanardepil

Savnið hjálpir okkum at varðveita siðsøguliga arvin:
Sjóvinnusøgan í orð, myndum og framsýning í livandi umhvørvi.
Týdningurin fyri samfelagið við træbátinum í miðdeplinum frá byrjan til dagin í dag.
Føroyingar millum fremstu innan fiski- og sjóvinnu.

Vetrarhálvan við framsýning, framløgum, kvøldsetum í breiðum týdningini at lýsa:
- og økja tilvitanina millum ung og gomul og hvønn týdning sjógvurin enn hevur fyri okkara lívsvirðir í vinnu- og mentanarhøpi bæði á sjógv og landi.

- siglingarsøguna frá árabáti til nýmótast skipaflota

- týdningin bátar og skip høvdu og enn hava fyri samfelagið

- sjóvinnuna og týdningin hesin hevði og enn hevur fyri okkara lívsføri á hesum oyggjum

Hvør kann gera nýtslu av bygninginum:
Øll skulu eiga og kunna gera brúk av húsinum alt árið undir skipaðum umstøðum m.a. við framsýningum o.ø. til:
- Ferðavinnuna
- Skúlaklassar
- Arbeiðspláss
- Kvøldsetur
- Listaframsýningar av ymiskum slag
- Tónleikaframførslur
- Fyrilestrar
- Skipað virksemi við onnur feløg

Onnur tíðindi

Sørvágs kommuna hevur skipað seg

19. november 2024

Drekkivatnið í Bø

15. november 2024

Marknaðardagu­rin í Gásadali

10. november 2024