Ung í arbeiði
30. mai 2025
Nú ber til at tekna seg til ”ung í arbeiði”. Í ár verður arbeitt frá 30. juni til og við 11. juli.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávunar eru høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.
Arbeiðstíðin er frá 09:00 til 16:00.
Lønin er tann sáttmála avtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Tilboðið er galdandi fyri næmingar, sum ganga í 9. flokki.
Tey, sum eru áhugað í hesum tilboðið verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. 363200 ella við at senda ein teldupost til sorvag@sorvag.fo, í seinasta lagið 26. juni kl. 16:00.
Við tilmelding skal upplýsast:
· Navn
· Bústaður
· Føðiár
· Telefonnummar
· Kontonummar
Sørvágs kommuna
Onnur tíðindi

Kunngerð frá Sørvágs kommunu
30. mai 2025

Um burturbeining av skøru
27. mai 2025

Ruddingardagur í Sørvági
27. mai 2025