Kunngerð frá Sørvágs kommunu

30. mai 2025

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 28.05.2025 samtykt at byggisamtyktin fyri økið eystanfyri verandi flogvøll, sum víst á korti, lutvíst matr. nr. 427a, lutvíst matr. nr. 423c og lutvíst matr. nr. 422b, verður broytt frá K landbúnaðarøki til L floghavnarøki við tí endamáli at tryggja skynsama framtíðarmenning og býarskipan.  

Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá  30.05.2025 til 20.06.2025, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 11.07.2025.

Sørvágs kommuna

Onnur tíðindi

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 25. juni

20. juni 2025

Heimapartar frá grindini í Leynum

13. juni 2025

Kunngerð um ferðslu

12. juni 2025