Bingjuplássið í oktober

29. september 2025

Í sambandi við at fjøllini nú verða gingin, verður tikið ímóti burturkasti frá slaktinum, tó verður mint á, at vembur skulu verða tømdar og innvølurin koyrdur í posa, áðrenn koyrt verður í bingjuna.

Umframt vanligu tíðina, verður bingjuplássið opið mánadag, mikudag og fríggjadag frá frá kl. 17:00 - 18:00.

Hetta er galdandi frá 6. oktober til 25. oktober 2025

Onnur tíðindi

Lýsing eftir sløkkiliðs­fólki til Sørvágs sløkkilið

15. oktober 2025

Hugnaløtu í samband við gávuhandan frá Lions Vágar

09. oktober 2025

Trivnaðarvikan í Sørvágs kommunu

06. oktober 2025