Kom og royn kúluspæl!
Nú ber til at spæla kúluspæl í Sørvági.
Uttan fyri 07Vestur húsið er ein kassi settur upp við kúluspæli. Í kassanum er alt tilfar, og á lokinum stendur mannagongdin, so tað er bara at taka kúlurnar og fara á vøllin at spæla.
Soleiðis spælir tú
· Endamálið er at fáa kúlurnar so nær grísinum – einum grønum tennisbólti - sum til ber.
· Tann, sum fær kúluna tættast grísinum, vinnur umfarið.
· Liðið, sum fyrst fær trettan stig, vinnur spælið.
Loyniorðið til kassan er 112. Loyniorðið er ikki loyniligt, men tað er har fyri at tryggja, at kassin ikki stendur opin. Tí er eisini umráðandi at tit altíð leggja allar kúlurnar aftur í kassan, tá tit eru liðug at spæla.
Kúluspælið er lætt at læra og hóskar til bæði børn og vaksin. Kúluspælið krevur bæði taktikk og eitt sindur av hepni, og tí gerst tað ofta spennandi. Vit hava øll gott av at flenna, kappast eitt sindur og til tíðir finna fram barnið í okkum sjálvum.
Vit vóna, at nógv fara at savnast til hugnaligar og stuttligar løtur við kúluspæli á vøllinum í Sørvági.

Lýsing eftir sløkkiliðsfólki til Sørvágs sløkkilið

Hugnaløtu í samband við gávuhandan frá Lions Vágar
