Fráfaringarløta fyri Kristian Olsen

07. november 2025

Mikudagin 5. nov 2025 var fráfaringarløta fyri Kristian Olsen, sum hevur verið brandleiðari í Sørvágs Sløkkiliði í 40 ár.

Fleiri starvsfelagar, bæði í oynni og landinum annars vóru møtt at heilsa uppá Kristian, og bera honum eina heilsu. Eyðstein í Løðu sum er varaleiðari, fer fyribils at røkja starvið sum brandleiðari í Sørvágs Sløkkiliði, og vit ynskja honum blíðan byr.  

Til fráfaringarløtuna mikudagin heiðraðu vit eisini ein annan mann, sum hevur verið áliti í Sørvági næstan líka leingi sum brandleiðarin. Mervin Falkvard hevur verið brandmaður í 38 ár, og vit ynskja at takka honum fyri trúgva tænastu.  

Borgarstjórin helt røðu fyri Kristian, og røðan kann lesast her:

Góðu tit øll, góði Kristian. Hjartaliga vælkomin til hesa løtuna.

Í dag eru vit savnaði til eina serliga hátíðarløtu. Vit skulu siga takk og vit skulu heiðra ein mann, sum í heili 40 ár hevur staðið í fremstu røð, tá álvarin hevur verið størstur.

Í 40 ár hevur tú, Kristian, verið brandleiðari hjá Sørvágs Sløkkiliði. Tað merkir, at tú í fjøruti ár hevur verið tann, sum fólk hava stóla uppá, tá eldur hevur tikið seg upp, tá óhapp av ymiskum slag hava verið, ella tá onkur hevur tørvað hjálp. Tú hevur verið klárur dag og nátt, summar og vetur, uttan mun til klokku, veður ella høgtíð. Ja, telefonin hevur ligið á náttborðinum í 40 ár, altíð til reiðar at leypa av songini.

At vera brandmaður, og serliga brandleiðari, er ikki bara eitt starv, tað er eitt kall. Tað krevur dirvi, ró, ábyrgd og eitt hjarta, sum slær fyri onnur. Tað hevur tú altíð havt Kristia.

Vit hava ein gamlan brandbil ella morsbil, sum er líka gamal, sum tú ert í starvinum sum brandleiðari, men nú er tíðin komin til, at vit fara at keypa brandliðnum ein nýggjan mannskapsbil/morsbil komandi ár. Peningur er settur av til endamálið.

Tú hevur verið ein tryggur og álítandi leiðari, og tú hevur altíð gingið á odda, eisini tá tað hevur verið neyðugt at hugsa framá og menna sløkkiliðið. Vit minnast serliga aftur á árið 2006, tá tú vart við til at keypa nýggjan brandbil til Sørvágs Sløkkilið. Tað var eitt stórt frambrot fyri liðið, bæði fyri arbeiðsumstøðurnar og fyri trygdina í bygdunum. Hetta var eitt dømi um títt framskygni og tína eldhugaðu umsorgan fyri sløkkiliðnum og fólkinum, sum tú leiddi.

Tú hevur verið ein fyrimynd fyri sløkkiliðsfólkini, og tú hevur verið tryggleikin hjá okkum øllum her í Sørvágs Kommunu. Tað er ikki bara eld, tú hevur sløkt, tú hevur verið við til at skapa frið og álit í okkara bygdum.

Vit vita, at tú ongantíð hevur gjørt nógv burtur úr tær sjálvum. Tú hevur gjørt títt arbeiði stillisliga og álítandi, altíð við einum blíðum orði og einum góðum lagi.

Vit vita eisini, at tú ert ein maður við sterkum meiningum. Ja, vit vita øll, sum kenna teg, at tú eisini ert sera snarsintur. Men líka skjótt tú hevur blást út, so kemur tú niðuraftur beinanvegin. Tað er kanska júst tað, sum hevur gjørt teg til ein so góðan leiðara, tí tú brennir fyri tí tú gert, men tú hevur eisini hjarta á røttum stað.

Tað er ótrúligt, hvussu nógv ár og arbeiði tú hevur lagt í hetta. Og tí vilja vit í dag siga eitt stórt takk. Takk fyri tíni 40 ár í tænastu fyri Sørvágs Kommunu, fyri fólkið og fyri felagsskapin.

Vit ynskja tær alt tað besta saman við familju, vinum og øllum tí, tú nú fært meiri tíð til. Men vit vita eisini, at tú altíð fer at hava hjarta hjá sløkkiliðnum og at vit altíð fara at minnast teg, sum tann álítandi og roynai brandleiðaran, ið altíð var klárur.

Takk fyri alt, Kristian. Takk fyri arbeiðið, fyri fyrimyndina, og fyri tey 40 árini við hjarta og ábyrgd.

Hjartaliga til lukku við tænastuni. Takk fyri teg og blíðan byr!

Onnur tíðindi

Skatta­listin fyri 2024

05. november 2025

Minningarhald teirra sjólátnu Allahalgannadag

31. oktober 2025

Skrá fyri Trivnaðarvikuna

29. oktober 2025