Tíðindaskriv frá Sørvágs kommunu

25. februar 2026

Á bygdaráðsfundinum í kvøld 25.02.2026 viðgjørdi kommunan tilmælið frá dómsnevndini viðvíkjandi innkomnu tilboðnum uppá nýggja ítróttarhøll í Sørvági. Dómsnevndin er komin fram til, at Kanjon hevur besta boðið, ið er grundað á stigbýti samsvarandivið byggiskránna, sum ásetur krøv til virkisføri, byggilist, tíð og kostnað.

Kanjon hevði lægsta tilboðið á kr. 43.500.000 u/mvg. Dómsnevndin lýsir í stuttum uppskotið fylgjandi:

Byggilistarliga er uppskotið sannførandi og væl úr hondum greitt. Bygningurin tekur atlit til verandi bygging, har tað serliga er framsíðan, sum við síni uppdeiling ger bygningin livandi og fólksligan. Uppdeilingin brýtur stóra rúmið niður og myndar eina yvirdekkaða atkomu við bæði rampu og trappum, ið ger heildarupplivingina spennandi. Høllin liggur væl í nærumhvørvinum, og tað er sjónligt, at arbeitt er miðvíst við at fáa bygningin at tykjast minni við at bróta niður framsíðuna.

Innan er høllin innbjóðandi og fjálg. Hallarrúmið skapar eina fullfíggjaða heild, har berandi límtræið myndar eitt tektoniskt rúm, ið er við til at stimbra og skapa synergi til tað byggilistarliga. Ljóðviðurskiftini tykjast at vera væl umhugsað. Fjálga límtræið, ið stendur upp ímóti ljósbrúnu ljóðpanelunum, gevur eina heildaruppliving, ið eggjar til sosialisering og menning innan ítrótt og trivnað. Sostatt eitt rúm, ið byggilistarliga lýsir eitt stað, har tað er gott at vera, og har tey teknisku viðurskiftini mynda byggilistina.

Í mun til framtíðarbyggingina verður 2.byggistig mett at veraspennandi og væl gjøgnumhugsað. Staðsetingin av nýggju rúmunum, so sum veistluhølið og fitness, liggja væl í mun til nærumhvørvið og bygdina annars. Bygningssniðið gevur góðar møguleikar fyri víðari menning av bygninginum og økinum uttan at órógva verandi virksemi. Í uppskotinum er tað byggilistarliga tikið við í eina skilagóða langtíðarætlan fyri bygningin og menningina av økinum.

Nakrar praktiskar tillagingar eru neyðugar. Dómsnevndin metir tó, at tær eru loysiligar og ikki avgerandi fyri góðskuna í verkætlanini. Samanumtikið er talan um eitt uppskot, har byggilist, konstruktión og ljóðviðurskifti eru við til at mynda ein tektoniskan bygning, ið eggjar ungum sum eldri til sosialisering og til at íðka og menna seg innan ítrótt. Ein ítróttarhøll, ið borgarar í Sørvágs kommunu við stoltleika kunnu vísa fram og bjóða øðrum at nýta.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá dómsnevndini um at fara í samráðingar við Kanjon skjótast tilber.

Úrslitið av kappingini gjørdist:

Kanjon nr. 1

Norðhús nr. 2

J&K Petersen nr. 3

Sørvágs kommuna vil takka Kanjon, Norðhús, J&K Petersen og Articon fyri luttøku í kappingini um nýggja ítróttarhøll í Sørvági.

Onnur tíðindi

Vit leita eftir fosturfamilju í Vágum

24. februar 2026

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

19. februar 2026

Borgarafundir

17. februar 2026