Kunning um smoltútseting

05. mai 2026

Hiddenfjord fer at seta smolt út í smoltslangum tvørtur um Sørvágsfjørð, sett verður út frá parkeringsplássinum við Breiðá og yvir til alibrúkið framvið Múlanum

Smoltslangan er væl merkt við reyðum boyum/blinkljósum pr. hvørjar 100 metrar.

Byrjað verður mikudagin 6. mai 2026 og arbeiðið heldur fram til og við sunnudagin 10. mai 2026, í hesum tíðarskeiði er fjørðurin avsperraður.

Vísandi til kort, so kunnu smábátar sigla innanfyri alibrúkin, sum liggja framvið Múlanum.

Ein bátur frá Hiddenfjord kemur at liggja á fjørðinum, meðan fjørðurin er avsperraður.

Teir lurta á VHF kanal 16

Eru ivamál kann ringjast á tlf. 230415 ella 277066

Onnur tíðindi

Húsapartar til Sørvágs kommunu

04. mai 2026

Mai mánaður og demensur

03. mai 2026

Flaggdagshald 25.apríl 2026

25. apríl 2026