Lendisarbeiðið til nýggju høllina er byrjað

27. juni 2026

Nú er lendisarbeiðið til nýggju høllina í Sørvági byrjað. Hetta er fyrsta stigið í verkætlanini, og eftir ætlan fer arbeiðið at ganga skjótt komandi tíðina.

Nýggja høllin fer at skapa góðar og nútímans karmar um ítrótt, mentan og onnur tiltøk í kommununi. At arbeiðið nú er farið í gongd er ein týðandi varði, og verkætlanin er sostatt komin eitt stórt stig nærri at gerast veruleiki.

Vit hava áður boðað frá, at ætlanin var at halda ein borgarafund í juni. Tann tíðarætlanin vísti seg tó at vera ov bjartskygd, tí nøkur viðurskifti mugu fáast endaliga upp á pláss, áðrenn fundurin kann haldast.

Ætlanin um borgarafund stendur tó við. So skjótt allar endaligu loysnirnar eru klárar, verður boðað frá, nær fundurin verður. Har fáa borgararnir høvi at síggja verkætlanina nærri og frætta meira um nýggju høllina.

Onnur tíðindi

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

23. juni 2026

Kunngerð um ferðslu

11. juni 2026

Ruskplássið stongt 13. juni

08. juni 2026