Viðfestis-, báta og húsvognar við Bonushyl
08. juli 2026
Áheitan á eigarar av viðfestis-, báta og húsvognum, ið standa á parkeringsøkinum við Bonushyl.
Heitt verður á eigarar av viðfestis- báta og húsvognum sum standa við Bonushyl um at flyta hesar, tí teir eru til ampa í økinum.
Samstundis verður sagt frá, at tað ikki er loyvt at parkera viðfestis-, báta og húsvognar við Bonushyl í longri tíð.
Allir viðfestis- bátavognar og húsvognar skulu tí verða burtur av økinum innan hósdagin 6. august 2026.
Eftir hetta verða vognarnir fluttir av økinum.
Sørvágs kommuna
Onnur tíðindi
Eyka bygdaráðsfundur
01. oktober 2026
Bingjuplássið í oktober
30. september 2026
Skrá fyri bygdaráðsfund
25. september 2026