Bátavognar við bátahylin
08. juli 2026
Áheitan á eigarar av bátavognum sum standa við bátahylin.
Heitt verður á bátaeigarar, sum hava bátavognar standandi við bátahylin um at flyta hesar, tí teir eru til ampa í økinum.
Samstundis verður sagt frá, at tað ikki er loyvt at parkera bátavognar úti í økinum við bátahylin í longri tíð.
Allir bátavognar skulu tí verða burtur av økinum innan hósdagin 6. august 2026.
Eftir hetta verða vognarnir fluttir av økinum.
Sørvágs kommuna
Onnur tíðindi
Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum
23. oktober 2026
Skrá fyri bygdaráðsfund
23. oktober 2026
Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Sørvági
14. oktober 2026