Bingjuplássið í oktober
30. september 2026
Í sambandi við at fjøllini nú verða gingin, verður tikið ímóti burturkasti frá slaktinum, tó verður mint á at vembur skulu verða tømdar og innvølurin koyrdur í posa, áðrenn koyrt verður í bingjuna.
Umframt vanligu tíðina, verður bingjuplássið opið mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17:00–18:00.
Hetta er galdandi frá 5. oktober til 25. oktober 2026.
Onnur tíðindi
Skrá fyri bygdaráðsfund
25. september 2026
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum
08. september 2026
Heilsufremjandi venjingar
03. september 2026