Kunning um gjøld fyri búpláss, heimahjálp og stutttíðarpláss, Vesturvón

06. november 2026

Galdandi frá 1. januar 2027.

Stýrið fyri Vesturvón samtykti á stýrisfundi tann 1. septembur 2026 at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur. Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. januar 2027 og kunnu síggjast í talvuni niðast á síðuni.

Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a”. Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Gjøldini verða hækkaði samsvarandi javningarprosentinum, sum er 2,71 í 2026.

Gjald fyri heimahjálp: Rindað verður í mesta lagi fyri 30 tímar um mánaðin.

Gjald fyri stutttíðarpláss: Rindað verður 227,00 kr. um samdøgrið uttan mun til inntøku.

Onnur tíðindi

Vitin á Skerhólmi lýsir ikki

06. november 2026

Gudstænastа og minningarhald teirra sjólátnu

30. oktober 2026

Fjølmentan­arvikan verður sett í Vágum

23. oktober 2026